Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heilsudeplar á veg

2014-05-26 13:16

Partar av skipaninini við heilsudeplum fara av bakkastokki longu áðrenn summarferiuna, og farið verður undir arbeiðið at evna til lóg um endurmenning.

Hesar upplýsingar frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, hava sera stóran týdning fyri brekøkið í Føroyum. Í breksáttmálanum stendur m.a. um heilsu, at vit skulu taka øll hóskandi stig til at tryggja fólki, sum bera brek, atgongd til heilsutænastur, harímillum heilsuliga endurmenning.

Hvat fara heilsudeplarnir at bjóða?

Endamálið við heilsudeplunum verður at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráðgeving til borgaran. Ætlanin er, at tey, sum hava varandi sjúkur, skulu kunna fáa heilsuveitingar á Heilsudeplinum. Tey, sum koma at starvast á heilsudeplunum kunnu t.d. hava útbúgving sum læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, farmaseutar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður. Talan er sostatt um eitt úrval av fakførleikum, alt eftir hvat tørvur er á. Dentur verður lagdur á, at fólk við varandi sjúkum fara at fáa munandi betri tænastu í nærumhvørvinum. Hesar skipanarligu broytingarnar fara at koma teimum, sum bera brek, til góðar.

Ynski okkara er, at starvsfólkini um landið eisini hava ella kunnu fáa eftirútbúgving og upplæring innan tey mongu sjúku- og brekøkini. Ráðið fyri brekað heldur, at tey, sum bera brek, skulu hava skjóta og góða hjálp, og tað skal vera smidligt hjá teimum, sum bera brek, at fáa ta heilsuhjálpina, tey hava brúk fyri. At heilsudeplarnir verða skipaðir úti um landið, fer eisini at gera tað meir atkomiligt hjá teimum, ið bera brek. Allir deplarnir verða skipaðir í samráð við kommunurnar; og í síðstu viku var ein hurð gloppað inn í hesa nýggju skipan, tá Runavíkar, Nes og Sjóvar kommuna skrivaðu undir sáttmála um felags læknaviðtalu á Skálafjørðinum. Ráðið fyri Brekað væntar og vónar, at landsmyndugleikar og kommunur frameftir fara at arbeiða væl saman fyri at gera økið uppaftur betri fyri fólk, ið bera brek.

Hvussu við endurmenning?

Um endurmenning stendur millum annað í breksáttmálanum, at vit skulu taka munadygg og hóskandi stig, soleiðis at fólk, ið bera brek, eru før fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði. Endurmenning fevnir eisini um at hava fullan likamligan, sálarligan, sosialan og vinnuligan førleika og at kunna taka lut í øllum lívsins viðurskiftum. Tá tað kemur til heilsuliga partin av endurmenning, er umráðandi, at ókeypis atgongd er til endurmenning og -venjing, soleiðis at fólk, sum eitt nú hava fingið brádliga sjúku, skjótt kunnu koma á føtur aftur og tey, sum bera varandi brek, eitt nú fáa ta venjing, teimum tørvar. Samfelagið eigur at virka fyri, at øll fáa brúkt teir førleikar, tey hava, og gerast so sjálvstøðug, sum til ber.

Tað er hugaligt at hoyra, at arbeiðið at orða lóg um endurmenning fer í gongd. Fyrsta stigið í hesum arbeiði er at gera eitt greiningararbeiði, fyri at kunna eyðmerkja tey ymisku økini og allýsa, hvat innihaldið í lóggávuni skal vera. Tó arbeiðir landsstýrismaðurin við at fáa fyrsta partin av lóggávuni at fáa gildi frá 1. januar 2015. Endurmenning fevnir um fleiri málsøkir, eitt nú skúla og vinnuøkið og helst fara tað at ganga nøkur ár, áðrenn alt er komið upp á pláss. So her mugu vit brynja okkum við toli.

Breksáttmálin 5 ár

Tað eru nú liðin 5 ár, síðan at løgtingið var samt um, at breksáttmálin skuldi virka í Føroyum. Í hesum tíðarskeiði eru ábøtur gjørdar. Nýggj byggilóggáva er komin, sum eitt nú ger tað møguligt hjá fólki í koyristóli at sleppa framat, lóg, sum bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna brek, er sett í gildi, og miðnámsflokkur til ung, sum bera autismubrek, er settur á stovn í Hoydølum. Harumframt eru fleiri ábøtur gjørdar í almannalóggávuni, eitt nú lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og kunngerð um virknistilboð.

Enn sakna vit tó, at EIN landsstýrismaður hevur ábyrgdina av at samskipa íveksetanina av sáttmálanum. Eisini eigur myndugleiki at vera útpeikaður at hava ábyrgdina av eftirlitinum við sáttmálanum.

Á veg

Brekøkið er á veg frameftir. Hugburðurin til brek er blivin meir jaligur. Langt er tó á mál, áðrenn vit í Føroyum kunnu staðfesta, at tey sum bera brek, hava somu møguleikar og eru javnt sett við onnur. Men vit fegnast um heilsudeplarnar, sum skjótt fara at blíva veruleiki, og vit síggja fram til, at vit fáa sett í gildi lóg um endurmenning. Hetta fer at gera mun.

26. mai 2014 Ráðið fyri brekað

Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna