Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Heilsudepil á Sundi, og betri umstøður til hav svimjarar í allari kommununi

2020-10-12 09:52

 

Heilsudepil á Sundi, og betri umstøður til hav svimjarar í allari kommununi

 

Tað eru nógv fólk í Tórshavnar kommunu sum hava ymiskar húð sjúkur. Her kann eg nevna húð sjúkuna psoriasis, sum rættuliga nógv fólk hava trupulleikar av. Eitt tað besta fyri tey sum hava hesa sjúkuna, er at sleppa í ein hitapott, har sjógvur verður hitaður upp, tí at salt/ sjógvur hjálpir sera væl um hjá teimum sum dagliga liva við hesi sjúkuni.

SEV er á Sundi, og har er nógv spill vatn sum hvønn dag rennur útaftur á sjógv, og hugsi eg at vit eiga at gagnnýta hettar vatni, tað kundi runni beinleiðis í hitapottar. Tað er upplagt at Tórshavnar kommuna setir gongd á hettar, og er stórur møguleiki at gera ein lítlan heilsudepil á Sundi.

Hettar hevði eisini hjálpt um tey sum liva við giktsjúkum osv, og við at gera eina lítla íløgu í hettar á Sundi, so er hettar ein upplagdur møguleiki.

 

Betri umstøður til hav svimjarar

Tað eru nógv fólk í allari kommununi sum dagliga svimja á sjónum, hettar vísur seg at verða nakað sum vindur uppá seg. Tørvur er á at gera umstøðurnar betri hjá øllum hesum, her hugsi eg um møguleikan at skifta og møguleikan at sleppa undir brús, og kanska evt seta hitapottar upp. Vit eiga at gera umstøðurnar betri fyri hesi fólkini, soleiðis at tey hava tær umstøður sum eru neyðugar.

 

 

Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin.