Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Heilsan til Kaldbaks

2012-10-31 02:20

Eg loyvdi mær at leggja faldara í postkassa tykkara. Tjóðveldi hevur sett sær nøkur mál og hetta ørindi hjá mær var eitt stig á leiðini at røkka einum felags máli: "Ríka áhugamálini hjá borgarunum bæði á bygd og í bý"

Tað er heilt vist, at vit mugu standa saman og seta út ávís felags fokus-øki, um vit skulu síggja bata í útjaðaranum. Tí ætli eg at seta út í kortið, at vit hitta staðbundnu nevndirnar í felag at kjakast um sereyðkenni og felags avbjóðingar.

Vit kunnu taka fram bussleiðina: Skal borgarin velja bilin frá, mugu vit skipa bussleiðina soleiðis, at ferðaætlanin eisini fevnir um vikuskiftini. Í Kaldbak er buss-sambandið serligt, tí tit bert hava bussleiðina. Hini økini í útjaðaranum, kunnu nýta bygdaleiðir afturat bussleiðini - og tískil hava tey samband, tó at ynski møguliga er um týttari túrar. Hestur og Nólsoy hava aðrar avbjóðingar.

Eg hugsi mær, at vit mugu lata eina tíð ganga, har fá ferðandi eru við bussinum, men um vit taka borgaran í økinum við upp á ráð, eigur at bera til at leggja lagaliga bussætlan til rættis.

Lat okkum tí seta á skrá borgarafund, at umrøða bussleiðina. Hvørji ynski hava tit í Kaldbak? Hvussu verður skipað best, bæði við atlitið at arbeiði, skúla, barnagarði, kirkju, frítíðarvirksemi og at fara til handils?

Góðu tit í Kaldbak! Takk fyri prátið eg fekk við mong tykkara í dag. Bestu ynski frameftir og gott val!

Set x við meg - ella E

Jákup av Skarði
Býráðsvalevnið fyri Tjóðveldi