Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heilsan til Altjóða kvinnudag

2020-03-07 18:10

Flakakvinnur

Komu tær av bakkanum oman ígjøgnum brekkuna so lættar og fattar, á Snarfrost tær stóðu á rað við hvør sínum bakka.

Tá ið langir vóru dagar og møðin stór, stutt var fjús og okkurt glepsi millum kvinnur fór.

Tað kann tykjast so einfalt við bandið at standa, men nógv um lívið vit lærdu , um vinskap, samanhald og so nógv annað. Hvør skal vera mamma, hvør skal vera omma, hvør skal fermast, hvør skal giftast, ja, alt hetta varð fylgt við áhuga í.

Tá ið ”lurtarnir og vit” úr útvarpið spældi, og lagið var gott, onkur skemtari stemmaði í, sangur og látur um høllina fór.

Árini gingu og sporini tyngdust, slitnir kroppar píndir av gikt takkaðu fyri seg. Ikki var nógv hóvasták,

Ongan málning og ikki í søguni skrivað tú finnur teirra nøvn.

Men í okkara minnum liva tær allar.

Ei heldur tað mundi vera á bonaðum gólvum tær trivust best við teimum ”fínu”, vit vóru av arbeiðarastætt og eru stoltar av tí.

Trúfastar og álítandi bæði til arbeiðis og við hús tær vóru – einki lá eftir. Hetta gjørdist teirra lívsstarv, og onga orsøk tær hava at smæðast burtur.

Tær vóru megnarkvinnur.


Altjóða kvinnudagin 8. mars.rtf