Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heilsan og áheitan til landsstýrið frá Heilafelagnum

2019-10-11 14:01

Nevndin í Heilafelagnum hevur á nevndarfundi avgjørt at senda hesa heilsan og áheitan á nýggju samgonguna.

Vegna limir okkara ynskja vit samgonguni til lukku við valinum og blíðan byrð í politiska arbeinum.

Vit vóna at tað sum var ført fram í valstríðnum eisini fer at síggjast aftur í gerandisdegnum hjá fólki við seinheilaskaða og teirra avvarðandi. Her eru nógv átrokandi mál, ið mugu viðgerast og fáast í rætt lag alt fyri eitt.

Vit fegnast um at landsstýriskvinnan í almannamálum fleiri ferðir hevur nevnt, at hennara fremsta raðfesting er at fáa Vælferðarlógina samtykta. Vælferðarlógin hevur sera stóran týdning fyri allar okkara limir og serliga fyri tey, ið eru rakt av seinheilaskaða.

Fyribyrging av slagtilburði, hjartatilburði og óneyðugum sálarligum trýsti liggur í at skipa góðan stuðul til tær familjur ið liva við seinheilaskaða.

Nevndin í Heilafelagnum fer at bjóða landsstýrisfólkunum í Almanna- og Heilsumálum á fund at umrøða stóru avbjóðongarnar ið eru fyri fólk við seinheilaskaða og teirra avvarðandi og at geiða frá arbeiðnum við at greina og finna loysnir á eitt nú viðgerðarmøguleikum fyri fólk afasi.

Vegna nevndina í Heilafelagnum

Maud Wang Hansen
Forkvinna