Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heðin Mortensen við ágangi á sjáldsom trø

2020-06-07 14:55

Fyri trimum árum síðan gav Heðin Mortensen boð um at kuta niður 5 sera sjáldsom trø av slagnu tjørn í urtagarðinum við Umlættingarheimið við W.U.Hammersheimbsgøtu? Hetta var ein liður í sjálvpromovering til býráðið, at hann skuldi geva ljós og luft til tey eldru á Umlættingarheiminum. Klokkan 8 á morni var motorsag sett á trøðini, men varð hetta umgangandi steðgað av býargartnarinum.Tað finnast bara hesi 5 trø, ið eru væl eldri en gamli persioneraði borgarstjórin Heðin Mortensen. Og hvussu gekk annars við meira enn 150 ára gamla ahorntræðnum, ið varð avhøvdað fyri trappugalskapinum í Steinatúni? Hvør hevur lagt alt undir innfluttar danskar brúgvasteinar í Miðbýnum og køvt mesta grøna vøksturin og lívið sum heild har ein vildi mett mest upplagt varð at fólk og smáhandlar kundu finna trivnað. Eina trappu fyri 10-15 milliónir á mest rokasliga trafikala knútanum í Vágsbotni har alt er við at verða ein stór fløkja og nærmast vandamikið fyri fólk til gongu ella á súkklu.
Tað sæst væl allar staðir at púrt einki skil hevur verið í býarskipanini í mong harrans ár, og at býlingar kringum eru komnir í álvarsamar trupulleikar av manglandi og sera vánaligari fyriskipan og planlegging í allar mátar.
At upptakið hjá sitandi býrað er trupult at rætta upp, er væl skilligt. Arkitektar hava roynt kropp á kroppi at fáa skil á bárskipan og planlegging fyri at fáa infrakervið, tanastur, handlar, vinnufyritøkur, útbúgvingar og socialar funktiónir og bústaðarøkið at ganga upp í eina vælvirkandi heild, men sæst í dag at ruðuleikin eftir Heðin Mortensen hevur aldrin verið størri. At kenna sína vitjunartíð er opinbart rættuliga trupult, men vónandi kann eitt býráðsval við
nýggjum og ungum visonerum skilafólkum rætta upp í fløkjustampin hjá Heðin Mortensen.