Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heðin Mortensen fremur karaktermorð

2019-06-01 17:51


Tað er ikki hvørt ball, man skal fara til og ikki hvørt orð, man skal svara til. Men tá Heðin Mortensen fremur eitt so grovt karaktermorð á meg sum politikara,  er neyðugt at tala at. Tað var væntandi, at Heðin Mortensen fór at nýta høvi at leypa á meg persónliga í hesum valstríði,  hann hevur brúkt hvørt høvi til at láturliggera meg sum poltikara við at skriva niðrandi og ljótt um meg, síðani hann misti borgarstjórasessin. Hetta álopið er í sjálvum sær onki nýtt, men at ein landsstýrismaður setir seg so lágt at brúka so niðrandi og ljót orð um ein annan politikara, at tað er á markinum til ærumeiðing, krevur hetta eitt aftursvar. Lesarabrævið er  so persónligt og fult í hatri, at eg eri málleys.  Hetta sigur alt um persónin, sum skrivað hevur.

Tað fyrsta hann leggur eftir mær er,  at eg víki frá mínum sjónarmiði um dubultmandat. Hetta krevur eitt svar frá Heðin Mortensen. Nær havi eg sitið í 2 politiskum sessum og nær havi eg ætlað mær at sitið í 2 politiskum sessum ?  Er tað nakar politikari, sum hevur hildið orð um dubultmandat, er tað undirritaða. Aldrinn havi eg sitið í 2 politiskum sessum og móttikið fleiri almennar lønir eins og Heðin Mortensen. Heldur skuldi Heðin Mortensen hugt inneftir, hvat hann sjálvur hevur kravt av lønum og politiskum sessum. Eg havi tvíhildið um at sitið í einum politiskum sessi i senn og havi sum ein av teimum fáu politikarum virkað eftir hesari áskoðan. Hetta skal tó aldrinn forða nøkrum poltikara at stilla upp til val, tí tað er at ganga fólkaræðinum ov nær. Hesi sjónarmið hevur undirritaða eisini undirstrikað undir viðgerðini av málinum um dubultmandat í Løgtinginum. Tey, sum ivast í tí, kunnu lurta eftir skjalfesta orðaskiftinum í Tinginum, har hesi sjónarmið greitt ganga fram.  Eg havi eins og allir aðrir politikarar, borgarstjórar, landsstýrismenn og løgmaður loyvi at stilla upp til val. Hví skal eg ikki kunna tað ? Tað kundi í hesum sambandi verið áhugavert at spurt landsstýrisfólkini, hvønn sess tey velja ?

Heðin Mortensen hevði ivaleyst sæð fyri sær, at hann slapp aftur í borgarstjórasessin, um eg fór í fólkatingi, so slapp hann eisini sjálvur undan øllum skilaloysinum í landsstýrinum, serliga í hansara egna aðalráði, har meirnýtsla omaná meirnýtsla hevur sæð dagsins ljós hesa seinastu tíðina, fyrst á Glasi og nú á landssjúkrahúsinum.  Men Heðin Mortensen má hava tol at bíða eftir borgarstjórasessinum til eitt nýtt býráð skal skipast og lata vera við at fremja hesi ljótu persónligu álopini, sum eittans endamál hava at karaktermyrða meg. Løgið er tað eisini, at Heðin Mortsensen sum eisini bjóðar seg fram til fólkatingsvali hevur skrivað eitt lesarabræv og tað er eitt grovt persónligt álop á borgarstjóran í Havn. Hann undirritar lesarabrævið sum valevni hjá Javnaðarflokkinum, men hvat hevur hetta grova álopið við fólkatingi at gera?

EG boðaði greitt frá yvir fyri Portalinum, at eg fór at taka av fólkatingssessinum, um hann fall í mín lut, men eg boðaði samstundis frá, at eg ta fyrstu tíðina fór í farloyvi, tí vit arbeiddu við fleiri stórmálum í býráðnum. Ì hesum orðum lá, at eg ynskti at sita hesa býráðssetuna út. Hetta slái eg púra fast í andglettinum í sjónvarpinum, tí eg haldi, at tað er týdningarmikið, at veljarin veit hetta undan valinum. Hetta vilja politikarar sum Heðin Mortensen og aðrir nú brúka ímóti mær, at eg skal hava broytt áskoðan.

Tað, sum lá í mínum orðum var, at eg ikki ynskti at lata Tórshavnar kommunu út í ábyrgdarloysi, var einans rættað móti mær sjálvari. Eg ynski ikki at  kasta ábyrgd frá mær, eina ábyrgd eg havi tikið á meg. Hetta hevur als onki við hini í býráðnum at gera, tí øll, ið sita í býráðnum kunnu sita sum borgarstjórar, og høvdu uttan iva eisini kunnað tikið yvir í morgin, um tað skuldi verið.

Viðvíkjandi arktiska ráðharranum havi eg heldur ikki broytt áskoðan eins og Heðin Mortensen vil tvíhalda um. Arktiski ráðharrin skal sjálvandi sita í Tinganesi, men meðan vit arbeiða fram eftir hesum máli, eigur okkara fólkatingslimur at sita í arktiska ráðnum við fullum avgerðarrætti. Hvat man velur at kalla henda sessin hevur ikki so stóran týdning, um tað er ráðharri, ambassadørur, fólkatingslimur ella okkurt annað, so leingi vit fáa føroyskan avgerðarrætt í arktiska ráðnum.

Eg skal ikki gera meg klóka uppá, hvør ráðgevur einum høgt standandi politikara at fremja eitt so grovt og niðurgerandi álop á meg beint undan einum vali. Men at tað er ein størri spinnari, íð liggur aftanfyri er lítið at ivast í.

Ljóta orðavalið um meg sum “veðurhani” og “ballónir” (orð, sum verða brúkt fyri at taka integritetin frá fólki)  ganga  aftur og aftur hjá fleiri av javnarfólkunum, sum javnan leggja eftir mær, so hetta er ikki so trupult at rokna út. Bæði Sjúrður Skaale, Tróndur Sigursson og Heðin Mortensen brúka allir somu orð, so er spurningurin, hvør er høvuðsspinnari? Kann leggja afturat, at tveir av hesum politikarum hava skift flokk, annar úr Tjóðveldi til Javnaðarflokkin og hin úr Sambandsflokkinum til javnaðarflokkin. So hvør er veðurhani kann sjálvandi kjakast um.  Men líkamikið hvør skrivað hevur, tað er maðurin, ið leggur navn til, sum fremur karaktermorðið, og í hesum føri er tað Heðin Mortensen.

Annika Olsen

Valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið