Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ruth Vang
Valevni hjá Framsókn til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu

Heðin, eisini tær tørvar Framsókn

2012-11-02 01:59

Tað er ivaleyst mín, tú sipar til í greinini ‘Útjavning – til Havnar!’ sum ‘okkurt valevni, sum ger seg klókan uppá kommunala útjavning’.

Havi við áhuga lisið grein tína og vit bæði eru púra samd í, at skal útjavnast, so skal javnast allan vegin, til og við útreiðslum. Tá koma vit nevniliga til eitt annað úrslit enn tað, sum tínir partamenn og aðrir higartil hava roknað seg fram til. Ein útjavning, sum bert tekur støði í parti í einum annars skynsamum roknistykki, er hvørki jøvn ella rættvís.

Tíverri hevur veljarin onga trygd fyri at førdi politikkurin tekur støði í javna ella rættvísi. Serliga ikki, tá tað snýr seg um miðstaðarøkið. Vit sóu t.d. hvussu tað royndist hjá Fólkaflokkinum í Havn, sum tapti formansvalið við einum valevni við 1344 atkvøðum ímóti vinnaranum við 382 atkvøðum – enn margháttligari var tað, at nevnda valevni við atkvøðum úr høvuðsstaðnum útvegaði sínum egnu avhøvdarum atkvøðurættin til at fella hana. Hetta hevur onki at gera við hvørki meg ella teg Heðin, men vísir okkum, at politiska landslagið kann mobilisera tað ótrúliga, tá tað snýr seg um at stríðast ímóti høvuðsstaðnum. Vit hava upplivað, at vælvirkandi umsitingarligar eindir verða ryktar upp við rót og fluttar úr Havnini og enntá gjørt á ein hátt, sum er niðurgerðandi fyri starvsfólk á stovninum. Vit vita tað hendir aftur – tað er bara ein spurningur um nær.

Tá eg stilli upp til býráðsvalið í Havn, so er tað við eini turkatrúgv uppá, at ein vælvirkandi høvuðsstaður er ein fortreyt fyri at lív og vøkstur aftur er felagsnevnarin fyri kós føroyinga inn í framtíðina. At menna útjaðara fyri rokning hjá Tórshavnar Kommunu er sum at pissa í buksurnar fyri at halda seg heitan. Uppá sikt fer tað at avlaga allar Føroyar.

Sum flokkur á Tingi, stendur Framsókn einsamallur við hesum sjónarmiði. Tí hevur høvuðsstaðurin og eisini tú Heðin, tørv fyri Framsókn.

Veljarin kann við at seta krossin við Framsókn tann 13. november vera við til at útvega flokkinum sítt náttúrliga pláss í Tórshavnar Býráð og soleiðis standa saman við okkum um at verja høvuðsstaðin og í síðsta enda allar Føroyar.