Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heðin brúkti yvir hálva milliard kr. um minuttin

2019-03-08 11:55

Í røðu á løgtingi í vikuni, sum vardi 20 minuttir, megnaði Heðin Mortensen, landsstýrismaður, at brúka 10 milliardir og 560 milliónir kr., tvs. yvir hálva milliard kr. um minuttin. Der lades alt håb ude.

Nú valskeiðið nærum er liðugt kom Heðin Mortensen, landsstýrismaður, niðan í løgtingið við eini samferðsluætlan. Fyri tað fyrsta er hetta misbrúk av tingsins arbeiði, tí skeiðið hjá landsstýrinum er liðugt um 5 mánaðir. Tó var tað ovurnýtslan, sum var tað púra villa og órealistiska av tí, landsstýrismaðurin legði fram. Tað gjørdi framløguna fullkomiliga ótrúverdiga.

Í framløg skuldu ma. hesar íløgur gerast nú:
Vestmannatunnil: 562 mió. kr.
Suðuroyartunnil: 3400 mió. kr.
Tunnil til Hvalba: 272 mió. kr.
Famjinstunnil: 125 mió. kr.
Tunnil Gøta/skálafjørð: 284 mió. kr.
Dalstunnil: 200 mió. kr.
Veg í Skálafirði: 70 mió. kr.
Innkomuveg Runavík: 126 mió. kr.
Innkomuveg Tórshavn: 114 mió kr.
Sandoyar- og Eystuoyartunnlar: 2600 mió kr.
Veg Selatrað: 3 mió. kr.
Tjørnuvíkarveg (ikki tunnil) kr 11,4 mió. kr.
Omankoyring Kvívík: 0,6 mió kr.
Byrging um Haraldssund: 7 mió. kr.
Tunnlar Norð um fjall: 310 mió. kr.
Funningsfjarðavegur: ?? Einki upplýst
Viðlíkahald Brúgvar og Tunnlar næstu árini: 100 mió. kr
Eftirsleip av vegum: 375 mió. kr.
Allar ferjur skiftast út: 2000 mió. kr (meting)

Í alt 10 milliardir og 560 milliónir kr. futtaði hann av upp á 20 minuttir.

Íløgurnar eru tær, landsstýrismaðurin boðaði frá, hóast mest sum eingin peningur stendur á fíggjarlógini til tær. Upphæddirnar, sum eru nevndar her, eru prísirnir fyri íløgurnar, sum standa í Samferðsluætlanini hjá Landsverk, sum var latin Løgtinginum saman við uppskotinum.

Einasta trúvirðið í hesum er, at NULL krónur skulu brúkast í Vágum.

Jørgen Niclasen
Fólkaflokkurin