Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Havumhvørvið - lógir ella hugburð

 Ikki altíð lætt at vita nær Sjúrður Skaale skemtar og nær hann er álvarsamur, men farnu vikurnar hevur nokk mestan verið talan um skemt, kanska mest samrøðan í KVF saman við Kaj L.H.Johannesen, ið var gott undirhald, men lítið, ið kundi takast í álvara. Sum vant frá einum sonevndum nýliberalum javnaðarmanni, so er ikki neyðugt við ópopulerum lógum og reglum, men heldur hugburðsbroytingum at minka um m.a. plastdálking, og kanska fólksligum átøkum at forða fyri at náttúruperlur sum t.d. Víkar, ikki fara fyri skeytið.
Uttanumtos og átøk har makt og vinna ikki verður traðkað ov hart á tarnar....ballóni
r hjá B36 ella græslíkisvallir, ið leka mikroplast, sigarettstumpar á gøtuni o.s.v. er álvarsamt, og eigur ikki at koma fyri.
Men, sum Sjúrður, og Kaj eisini vita, so hava Føroyar tikið undir við ST-sáttmálunum frá 1992 um burðardygga menning, tryggjan av lívfrøðiliga margfeldni, og umstrídda veðurlagssáttmálanum. At eingin av hesum sáttmálum hevur víst seg at geva nevniverda broyting í samfelagnum og umhvørvinum, er eyðsýnt. Útlát av vækstrarhúsgassum frá føroyingum økist í heilum, og fólk verða truttað eina 100% varandi orkuloysn á landi um 10 ár......meðan SEV er við at byggja nýtt tungolju-ravmagsnverk á Sundi. Og flogferðsla til sól-summar og innkeypstúrar í vikuskiftum í London, Paris o.ø. londum, gevur ikki just ábending um hugburðsbroyting, men einans hægri útlat av CO2.
Burðardygg menning er nokk mest misnýtta orð, ið bert fá hava eina hóming av hvørs innihald verunliga er. Og lívfrøðiliga margfeldni nakað á sama bógv, sjálvt um flest vita av margfeldni millum djór og livandi verur er farið niður í eina helvt, og at djórasløg støðugt verða avoydd.
Nei, Sjúrður torir nokk ikki at gera seg ópopuleran sum politikkara, tí so er bert skemtið til at taka. Ístaðin verður tosað populistisk - antin tí hann er ein vattnissa, ella tí hann ikki hevur neyðuga innlit í tey í hesum sambandi álvarsomu dálkingarviðurskifti, ið hótta alt livandi í sjónum og við tí grundarlagið fyri at fólk kann búleikast í landinum.
Kaj L.H.Johannesen fekk orda frá papanum at heinta aftur ein súreplaskrokk, ið hann tveitti út úr bilinum. Hesin skrokkur hevði tó gjørt størri gang at verða liggajndi í eini veit við vegjagaran, enn at enda í brenniovninum á Hjalla.
Sjúrður var ovurfegin at alivinnan nú fekk 1.400 kr heldur enn at gjalda somu upphædd fyri at lata plastsekkir til IRF, ið fóru til endurnýtslu.
Alt gott um tað, og at hugburðsbroytingar eisini skulu til, men tá lógir eru galdandi, ið banna dumping av kemiskum evnum - bæði føroysk havumhvørvislóg, altjóða lóg og enntá IMO-ásetingar við, undrar tað stórliga, at hesir báir politisku skemtarar - ella skemtiligu politikkarar - góðtaka, at tað bert árini 2012 til og við 2016 eru dumpað 20.000 tons av eiturevnum út í føroysku firðirnar. Onnur 10 tals tons av t.d. koparsulfat og farmaldehyde eru horvin út somu støð, og til alstóran skaða á lívfrøðiliga margfeldni. Og hvussu við t.d. 6-10 tonsum av mikroplast, ið verður latið á sjógv hvørt ár......ikki frá B36, einnýtisgrillum ella spreingileiðingum, men frá alivinnuni, ið sigst vera so umhvørvistilvitað?
Agenda 21 arbeiðið, ið Føroya Kommunufelag (FK) hevði undir hond, varð jarðlagt tá annar javnaðar-sambands-uttanflokkamaður - Heðin Mortensen - trumlaði niður FK, tí hesin varð blivin smittaður við ólekiligari maktsjúku. Framúr góða altjóða samstarvið um havumhvørvisvernd, ið Jógvan K. Mørkøre, fekk sett á stovn saman við hetlendingum, dønum, sviðum og øðrum brøðratjóðum í felagsskapinum KIMO, fó sama veg í niðastu skuffu hjá harra Mortensen - og Javnaðarflokkinum.
Vinnan skal hava frið at arbeiða og tí er best við so fáum lógum og reglum sum til ber - helst ongum. Og tær lógir sum eru, verða boygdar og tambaðar og misnýttar á grovasta hátt. Planleggingarlóggáva og tryggjan av lendi og náttúrutilfeingi er enn í ongamannalandi, og eingin stovnur er enn funnin at umsita ásetingar í Nátúrufriðingarlógini. Kemikaliulóggáva finnist ikki, og býarskipanarlógin er mestan ein táta frá miðskeiðis farnu øld, og eingin hóming er at reglur fyri lendisplanlegging verða settar í verk.
Og júst vegna manglandi lógarverk, ábyrgdalysa umsiting av galdandi lógum og reglum, og manglandi hugburð og tilvitan, kann vinnan láta sum honn ger, og "skíta í lagkøkuna" - citat S.Skaale, og við teim álvarsomu avleiðing tað vil hava fyri komandi ættarlið.