Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Havnin er mín valstaður - Føroyar mítt valdømi

2019-08-31 08:57

Tað er trongdskygt at halda, Føroyar virka optimalt uttan ein høvuðstað.

Og eingin høvuðstaður trívist uttan eitt vælvirkandi uppland.

Eitt samfelag er sum eitt likam við lívsneyðugum gøgnum.

Hugsa vit okkum Havnina sum høvuðstað, so eru landsins vinnur (eisini í Havn) gøgnini og Føroya fólk vøddarnir í samfelagskroppinum.

Jú meiri fólkið arbeiðir, skapar, tjenar og útflytur, jú betur virkar og sterkari er búskapurin, øllum landsins pørtum at gagni.

Føroyar hava nú tvær høvuðsvinnur -fiskivinnuna og alivinnuna, ið framleiða helvt um helvt av landsins útflutningsvirði, 8,5 milljard kr. íalt.

Flestu framleiðslu- og útflutningsvinnur á sjógvi og landi eru uttan fyri meginøkið.

Flestu privatu og almennu tænastuvinnurnar eru í høvuðstaðnum, har nógvar av privatu tænastuvinnunum í síni útrás og virksemi burturi í heimi eru inntøkuskapandi útflutningsvinnur.

Soleiðis er vinnumynstrið býtt.

Flestu føroyingar eru til arbeiðis hvønn dag, hvør á sínum øki og yrki og skapa virðini, sum halda okkum øllum uppi. Hetta er eisini galdandi fyri starvsfólk, sum starvast hjá tí almenna.

Fólkafloksins veljarar skilja til fulnar, at høvuðstaðnum tørvar høvuðsvinnurnar og flestu føroyingar uttan fyri meginøkið skilja væl, at uttan ein høvuðstað við privatum tænastuvinnum og almenna geiranum við tænastum, stovnum og skrivstovum, so virkar samfelagið ikki nóg effektivt.

Vit kunnu vera ójavn á máli um, hvussu stóran part av landsins tilfeingi og starvsfólkum, almenni geirin skal rúma.

Av royndum vita vit, at tá ið talið á almennum starvsfólkum og lønargjaldingum nærkast 40%, so nærkast búskapurin slagsíðu, landskassin fær rakstrarhall, og úrslitið verður vaksandi arbeiðsloysi.

Tí er lívsneyðugt, at 'familjan Føroyar' hevur eitt sterkt vinnulív, nógv vinnulig arbeiðspláss og sterkan privatan búskap. Tess tryggari virkar almenni geirin.

Fólkafloksveljarar á bygd og bý skilja, at ein røtt og sunn javnvág má vera millum privat og alment.

Tað er skammiligt, at vinstrahallir politikarar bert gera seg til talsfólk fyri sínum politikki, sum miðar eftir at 'ræna' so stóran part av inntøkunum hjá vinnuni at býta til sínar veljarar.

Tað er harmuligt, at somu politikarar eisini royna at seta vinnulívið upp móti fólkinum og royna at geva eina falska mynd av, at Føroyar eru vorðnar eitt fámannaveldi.

Havnin hevur altíð havt eina stóra fylking av veljarum, ið fata týdningin av, at høvuðstaður okkara skal hvíla á so tryggum vinnuligum botni og búskapi gjørligt, so at eisini vinnulívið og fólkini, sum hava sína inntøku í haðani, hava tað gott og trygt, uttan at tey noyðast at leita inn í almenna geiran til lívsins uppihald.

Hetta er tí ein innilig áheitan á øll borgarlig fólk í Havn, sum er mín valstaður, at hjálpa mær til at vera valdan, sum borgarligan og frælslyntan tingmann fyri Havnina.

Havnin er mín valstaður. Føroyar mítt valdømi.

Christian Andreasen,

Valevni hja Fólkaflokkinum