
Havnaútbyggingin fekk eina óseriøsa viðgerð í býráðnum
2015-02-01 14:40
Lat meg fyrst gera púra greitt, at tað er av stórum týdningi, at Tórshavnar kommuna framhaldandi kemur at hava góð og tíðarhóskandi havnarviðurskifti. Tí er neyðugt til tíðir at útbyggja og dagføra havnarviðurskiftini. Útbyggingin, sum liggur á borðinum nú, er ein stór víðkan av eystaru bryggju, sum er mett at kosta 450 mill. Sum ein annan møguleika at byggja út, hava vit, sum umboða Tjóðveldi í býráðnum, skotið upp at byggja góðshavn á Sundi.
Byggiskráin
ongantíð send býráðslimunum
Tá byggiskráin var til viðgerðar í
vinnunevndini, spurdi eg, hví byggiskráin ikki var send øllum býráðslimunum,
men bert limunum í vinnunevndini. Svarið var, at byggiskráin varð send seinni
til allar býráðslimirnar, tá hon kom til viðgerðar á býráðsfundi.
Men byggiskráin upp á hesa stóru útbygging –
450 mill – varð ongantíð send út til býráðslimirnar, og er mær vitandi ikki enn
send út. Í somu byggiskrá stendur, at byggiskráin skal granskast og góðkennast av Tórshavnar havn, Bygginevnd og Tórshavnar býráð. Tí er tað heilt
undranarvert, at byggiskráin ongantíð er send út til býráðslimirnar.
Óseriøs
viðgerð í býráðnum
Á býráðsfundinum høvdu vit sjálvandi væntað at
fingið eitt gott og gevnandi kjak um bæði uppskotini at útbyggja havnarviðurskiftini
í Tórshavnar kommunu. Men her vísti tað seg skjótt, at einastu umboð hjá
merilutanum í býráðnum, sum tóku orðið í hesi viðgerð, vóru borgarstjórin og
formaðurin í vinnunevndini. Enntá valdu fleiri av býráðspolitikararunum at fara
út úr býráðssalinum, tá viðgerðin var fyri. Ábyrgdarpolitikarar, tá teir eru
bestir! Undranarvert, at býráðspolitikarar skulu vísa háðan og skomm í einum so
stórum máli – helst størsta mál, ið nakrantíð hevur verið fyri í býráðnum. Nei,
hetta er ikki rættur máti at føra politikk uppá.
Fyri at seta hetta í perspektiv, so er hetta
ein íløga, sum svarar til uml. helvtina av undirsjóvartunnlinum inn á
Skálafjørðin – ikki smápengar. Gott, ikki at vera ein avskorin blóma í ”blómutyssinum” hjá borgarstjóranum, ið bert
verður brúkt til prýðis.
Bátahavnin
ikki við í byggiskránni
Fyri at nevna okkurt úr byggiskánni, so er
fyrst av øllum at leggja merki til, at nógv umrødda bátahavnin uttan fyri
Skansan, als ikki er við í byggiskránni. Tað er ørkymlandi, tí at júst bátahavnin
hevur verið brúkt sum ein av grundgevingunum fyri, at økið kring skansan ikki
skal oyðileggjast.
Bygningar eru heldur ikki við í byggiskránni.
Eisini stendur, at ein tripstøð møguliga skal gerast. Nógv í byggiskránni
bendir á, at kostnaðurin verður væl hægri, enn tær mettu 450 milliónirnar. Við
20 mílaferð er borgarstjórin í ferð við at smekka seg upp undir íløguloftið hjá
kommununi, ja so ógvusliga, at vandi er fyri skallabroti.
Útbyggingin
á Sundi
Ætlanin á Sundi er ein nýggj og øðrvísi
útbygging. Í hesi útbyggingini verður ein dokkbryggja gjørd, sum er løgd
soleiðis, at hon vendir bakið til aldurnar, sum koma inn úr havinum. Tí er neyðugt at gera nýggjar simuleringar av
júst hesi ætlanini, umframt, at vit í dag hava nógv fleiri møguleikar at temja
náttúrukreftirnar, enn tá seinastu simuleringarnar vórðu gjørdar á Kaldbaksfirði.
Ætlanin á Sundi kann gerast í stigum, og
møguleikarnir at byggja út har eru góðir. Á vinnunevndarfundi havi eg fingið at
vita, at ikki ber til at víðka eystaru bryggju í stigum – alt ella einki.
Okkara útrokningar, sum vit hava fingið frá
fakfólki, men sum tó bert er ein leyslig kostnaðarmeting, vísa, at vit fáa nógv
meiri fyri færri pengar. Og tað, ið vit hava biðið um, er, at ”aðrir møguleikar
fyri víðkaðari góðshavn í kommununi verða gjølla kannaðir við atliti at kostnaði og umstøðum annars …”
Einasta aftursvarið, ið vit hava fingið, er
eitt botn óseriøst og láturligt skriv frá borgarstjóranum(Tjóðveldi vil byggja
fantasihavn úr skervi og dusti), sum sigur meiri um hann enn nakað annað. Tað
er eisini undarligt at síggja tann grábeinta verða málaðan á veggin, bara tí at
góðshavnin skal flytast út um Havnina. Samskip hevur alt sítt virksemi á Oyrareingjum,
og tað riggar fínt. Stavanger og Reykjavík eru eisini dømi um býir, ið hava
flutt góðshavnina út um býin.
Einasta, vit vilja, er, at uppskotið um at
byggja góðshavn á Sundi verður kannað væl og virðiliga, tí fyrimunirnir eru
nógvir. Vísa kanningarnar, at hetta ber til, so eru vit ikki í iva um, at hetta
er rætta loysnin – eisini fyri framtíðin.