Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Havnainntøkur

2013-03-25 04:00

Hugaligt var at hoyra, at býráðslimur hevði í huga at fáa sum flestar havnainntøkur í Tórshavnar kommunu. Eg gangi út frá, at talan er um nýggjar inntøkur, og ikki bert at hækka havnagjald.

Til mong kommunuval, hevur verið lovað, at bátadráttur skal gerast í Nólsoy. Tíanverri sæst einki til hendan bátadrátt og fryktast kann, at málið verður súltað og ikki tikið fram fyri enn til kommunuvalið í 2016.

Ein inntøkumøguleiki er at skipa bátadráttin soleiðis, at lætt er at draga bát upp á Klivum og seta ávíst øki til bátar. Harvið ber til at bjóða ídnaðarøkið fram til bátaeigarar at leiga sær arbeiðsøki í eitt ávíst tíðarskeið.

Eg eri fullvísur í, at nógvir bátaeigarar fegnir stima til Nólsoyar at arbeiða upp á bátin og samstundis ivist eg onga løtu í, at mangir nólsoyingar eru hollir í ráðum, tá ið eitthvørt er at rigga til.

Sjálvsagt ber eisini til at seta bátar á vogn í Havn og føra teir við Ternuni til Nólsoyar. Góða ferðasamband okkara lættir eisini væl um at fáa eykalutir koyrdar beint til arbeiðsstaðið eins og tað er møguleiki at fáa onnur serkøn eitt rend út.

Við hesum lati eg tykkum í býráðnum hetta hugskotið, at skapa eina inntøku, samstundis sum tit kunnu seta í verk eitt gylt lyftið.