Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Havi ikki hoyrt so skapt

2019-08-19 09:44

 Eingin ivi um, at ferðavinnan er og kann gerast eitt týðandi íkast til føroyska búskapin – og hevur Visit Faroe Island í so máta megna uppgávuna sera væl at marknaðarføra Føroyar.

Tá tað er sagt, so skal undirstrikast, at ferðavinnan má og skal skipast eftir FØROYSKUM fortreytum!

Hoyrid í útvarpinum í dag, at aðalskrivarin í ”Svensk friluftsliv”, varð endurgivin fyri at siga, ”at um føroyskir politikarar ikki finna eina loysn uppá teir ruðuleikar, sum eru í ferðavinnuni, so loysist trupuleikin av sær sjálvum, við tað, at ferðafólk gevast við at koma til Føroyar.”

Havi ikki hoyrt so skapt!

Ognarar og festarar hava ikki skapt henda trupuleikan, hann sipar til. Um nakar hevur skapt henda trupuleikan, so er tað føroyskir politikarar,sum hava sovið í tímanum og tey sum hava staðið á odda fyri at fáa útlendsk ferðafólk til Føroyar.

Og sum ein skilamaður segði við meg fyri stuttum: ”Hvat líkist tað, at ferðaskrivstovur uttanlanda selja ferðir til Føroyar, har írkonað prísin eru ferðir(gongurtúrar) til ymisk støð kring landið, uttan at ognarin ella festarin er vitandi um hetta og ei heldur fær eina krónu aftur fyri!” ?

Er tað rætt og rímuligt, at útlendskar ferðaskrivstovur skulu skúma fløtan og tey,ið eiga/umsita ognina í Føroyum, skulu sita við sviði so? Eg haldi at tað líkist ongum!

Føroyar eru vornar eitt satt eldoradu fyri útlendsk ferðafólk, so einki trúgvi eg, at tey nógvu fara at setast aftur orsakað umtalaðu gjøldum, ið ognarar ella festarar leggja á. Gjøld, sum eru ”smápengar” í mun til tað, ið mong fegin gjalda fyri at koma til Føroyar. Men sjálvandi er tað óheppi, um  hesi longu á ferðaskrivstovuni uttanlanda, hava fingið at vita at, ”alt er íroknað” og so koma á støð í Føroyum ,har gjaldast skal einaferð enn!  Tá kunnu tey royna at fáa endurgjald frá ferðaskrivstovuni, sum hevur selt undir skeivum fortreytum, soleiðis, at ognarar ella festarar í Føroyum ikki  gerast syndabukkar í hesum leiki.

Kanka hetta var ein uppgáva hjá Visit Faroe Islands at kunna útlendakar ferðaskrivstovur um nevndu viðurskifti.

Eitt er vist, at tað eiga ikki at verða útlendskar ferðaskrivstovur - ei heldur aðrir aktørar í ferðavinnunu, ið skulu dríva vinnu á annanmans ogn og sleppa at skúma fløtan uppá ognararans ella festarans rokning í hesum landi.

 

Eiði, tann 17. august 2018

Tordur J. Niclasen