Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Havdálking er ein spurningur um ábyrgdarkensluna hjá okkum øllum

Stangar lógir er ikki nóg mikið. Umhvørvið krevur, at øll kenna sína ábyrgd. Svar til oddagrein í Dimmalætting

(Grein sum stóð í Dimmalætting 2. november)

Javnaðarflokkurin hevur farnu tíðina roynt at seta plastikkdálking á breddan. Fyrst skipaði flokkurin fyri ruddingardøgum fyri limir, og síðani einum stórum tiltaki - Plastik Planurin - í Norðurlandahúsinum.

Eftir hetta var eitt kjak í sjónvarpinum, har eg vísti á, at broyttur hugburður kann gera stóran mun.

Hetta fekk Georg L. Petersen til at finnast at mær og øðrum í oddagreinini í Dimmalætting. Vit vilja ikki gera tað, sum "veruliga ger ilt" og tað sum "kostar í pengum og komfort" sum hann málber seg. Í staðin kína vit hvørjum øðrum við ókeypis tosi um hugburð.

Georg hevur rætt í, at er ov lætt ikki at skjóta upp herdar reglur og lógir, og í staðin bara mæla fólki til at hugsa seg betur um. Tað fyrra kann kosta politiskt - tí seinna verður eingin ópopulerur av.

Blaðstjórin hevur eisini púra rætt í, at ovurstóra dálkingin frá graslíkisvallum - sum hansara blað sjálvt hevur lýst - bara kann avmarkast við ítøkiligum tiltøkum.

Men Javnaðarflokkurin HEVUR ásannað, at tørvur er á øðrum og meira enn vinaligum áheitanum á fólk. Vit hava t.d. tosað um bann móti sølu av ymiskum púra óneyðugum plasti.

Endamálið við tiltakinum Plastik Planurin var eisini at vita hvussu allir partar - myndugleikar, framleiðarar, seljarar og brúkarar - kunnu samstarva um konkret átøk.

Hugburður ger stóran mun

Men veruleikin er, at alt byrjar við broyttum hugburði. Tað er broyttur hugburður sum kann slóða fyri lógarbroytingum - og í nógvum førum røkkur broyttur hugburður nógv longur enn lógir og reglur.

Tað er bannað skipum at tveita plast á sjógv. Men tað ber ikki til at steðga tí við hóttanum um harða revsing, tí tað er ómøguligt at hava eftirlit umborð á hvørjum skipi. Vit mugu koma har til, at hetta er nakað mann bara ikki ger.

Skip taka tað allar mesta til lands nú - men tað kann blíva enn betur. Vit røkka ikki málinum við lóg, men betri hugburði og atburði.

Ein dagin eg var og tjaldaði í summar, lógu tríggjar brúktar eingangsgrillir og nógv plastikkrusk á økinum. Har høvdu altso verið fleiri fólk. Øll vistu, at tað líktist ongum. Øll vistu, at alt endaði í havinum. Men eingin tók nakað upp. Hevði ein strangari lóg gjørt mun? Neyvan - tí eingin hevði nakað eftirlit. Vit mugu koma har til, at øll kenna eina ábyrgd. Vit mugu koma hartil, at slík dálking ikki kann góðtakast sosialt.

Sigarettfiltur

Onkur heldur tað vera fjas at tosa um sigarettfiltur, sum eg gjørdi í sjónvarpskjakinum. Men sum eg segði: Eitt einstakt sigarettfiltur ger ongan skaða. 10 heldur ikki. Trupulleikin er, at tað verða royktar nógvar tíggjutals milliónir sigarettir í Føroyum hvørt ár. Fyrr var ein stórur partur royktur inni – nú verður næstan alt roykt úti. Og filtrini verða tveitt burtur úti.

Tað er eingin ivi um, at nógvar milliónir filtur enda í havinum hvørt ár. Og har gera tey altso skaða, tí tey upploysast ikki fyrr enn eftir fimm árum.

Heldur ikki her er tað lógarbroyting og revsing, sum skal til, tí tað er snøgt sagt ómøguligt at hava eftirlit við hesum. Og hóast tað var revsing fyri tað, hevði vónandi eingin funnið uppá at melda ein persón fyri at tveita ein sigarettstubba frá sær.

Fólk mugu í staðin gerast tilvitað um, at hóast teirra skeivi atburður isolerað sæð ongan skaða ger, so ger tað skaða, tá øll bera seg soleiðis at. Vit mugu læra okkum at hugsa, at vit eru partur av eini heild. Tað gera fólk nógva aðrastaðni, so sjálvandi kunnu vit eisini tað.

Broyttur hugburður hevur gjørt, at vit ikki longur roykja inni. Broyttur hugburður skal eisini gera, at vit ikki tveita filtrini í havið.

Aldrin aftur ballónir

Ofta skal bara eitt heilt lítið skump til, árenn vit broyta atburð.

Tá steypafinalan var í fótbólti, slepti B36 ballónum upp í luftina, sum fingu nógva umrøðu, tí tær endaðu í Norra. Eg vístu á netinum á, at vit ikki bara kunnu sleppa eini rúgvu av ballónum soleiðis uttan at hugsa um, at tær altso enda í havinum. Tað er heilt vanligt, at sjófuglur hevur brostnar ballónir í maganum.

Stutt eftir tosaði eg við ein oddamann í B36 sum ásannaði, at tað sjálvandi ikki var í lagi, og at tey ikki gera tað aftur.

Øll vilja vera við

Plastdálking kann ikki steðgast uttan so, at vit øll ásannað, at vit hava eina ábyrgd. Og at gera fólk tilvitað um hesa ábyrgd, er at taka eitt stig fyri umhvørvi. Tað hevur Dimmalætting gjørt við sínum journalistikki, og tað roynir Javnaðarflokkurin at gera við ymiskum átøkum.

Við tí er ikki sagt, at tað er nóg mikið.

Umhvørvisvernd krevur sanniliga strangar lógir - og revsing fyri at bróta tær. Dálkingin frá graslíkisvallunum kann t.d. neyvan avmarkast uttan lógarkrøv.

Men hvørki strangar lógir ella bøttur hugburður kunnu standa einsamøll. Øll mugu gera sítt. Og sum tiltakið í Norðurlandahúsinum vísti: Útgangsstøðið er gott. Bæði framleiðarar, seljarar og brúkarar vilja vera partur av loysnini.