Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hava vit ráð at sleppa vælferðarsamfelagnum?

2020-02-11 11:04

Samhaldsfasta norðurlendska vælferðarskipanin er hótt!

Vit hoyra um eldrabyrður og vaksandi kostnaðir av heilsuverki og vælferðartænastum yvirhøvur. Spurt verður í heilum, um vit sum samfelag hava ráð at hava alt hetta koyrandi.

Vit standa spyrjandi, tá vælferðarskipanir, ið hava virkað væl, brádliga skulu takast av og skerjast. Eitt nú verður pilkað við eftirlønaruppsparingar, eftirlønaraldur og so framvegis.

Áhaldandi verður sagt, at vælferðartænastur eru vorðnar ov dýrar, meðan hjálpin, stuðulin og veitingin tykjast at hava verið minkandi í fleiri ár.

Vælmeinandi sosialt hugað fólk á øllum politiskum “veingjum” hava keypt nýliberalistisku hugsjónina, at øll eru og skulu vera sær sjálvum næst. Tað er tann lætti mátin at taka avgerðir í einum samfelagi. Tað er lættari at siga, at peningurin hevur tað best í lummanum hjá einstaka borgaranum, og ikki fyrihalda seg til skeiklaðar skipanir, ið tryggja, at bara tey peningasterku veruliga hava ráð at vera til og kunnu keypa ella hótta seg til fyrimunir.

Búskaparvøksturin, serliga í Norðurlondunum, hevur verið alstórur, og tó tykist tað, sum vit bara skulu hoyra um svikaligar vælferðarskipanir frá teimum fíggjarkønu. Og vit trúgva teimum.

Vit kenna skemtitekningina, ið tó er álvarsom, har leiðarar í hópatali standa rundan um einsamalla manninum við spakanum. Vit kenna eisini frágreiðingina um, at vit mugu tryggja, hvør einasta almenna króna verður brúkt so skynsamt sum gjørligt. Tí mugu vit seta fleiri og fleiri leiðarar og eftirlitsfólk, upprætta skipanir, sum tryggja, at alt gongur rætt fyri seg. Tryggja, at røttu boðini vera givin til einsamalla mannin við spakanum.

Samfelagið hevur ikki álit á, at tey, ið eru sett at loysa ávísar uppgávur eru sinnað og nóg dugnalig at gera hetta á rættan hátt, og um vit ikki seta fleiri at ansa eftir, vera vit snýtt.

Tað tænir bert nýliberalistisku hugsanini, at tann sum dugir best at skava til sín, er dugnaligast og hevur uppiborið sítt “ríkidømi”, óansæð um tað er við snildum ella á reiðiligan hátt. Um til ber at snúgva sær undan eini skattarokning, er ikki talan um at hava gjørt seg inn á felagsskapin. Tað er landið/staturin, sum ikki hevur tryggjað øll hol, sum eigur feilin.

Eitt dømi er gongdin á dagstovnaøkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Starvsfólk og leiðarar hava í áravís sagt frá, so hvørt sum tey merkja, at gerandisdagurin gerst torførari.

Politikarar hava játtað umleið 34% meira í tíðarskeiðinum 2010 til 2020 á høvuðspostin “barnaansing”, so tað er skilligt, at teir standa spyrjandi, tá ið rópini bara halda fram.

Trupulleikin er, at stovnarnir sjálvir, ið skulu lyfta uppgávuna, tykjast ikki fáa peningin.

Roknistykki:

Dagstovnaøkið, játtan hækkað við 34%.

Lønarkonturnar á stovnunum hækkaðar við 10% til lønir.

Rakstrarkonturnar eru ikki hækkaðar.

Barnatalið er vaksið við 8% hesi 10 árini.

Lønarhækkingin hesi 10 árini hevur verið um 20%. Tí hava dagstovnarnir í veruleikanum verið skornir við 10% til lønir seinastu 10 árini, samstundis sum fleiri børn nú ganga á stovnunum. Er tað løgið, at starvsfólkini kenna tað, sum at tey skulu renna skjótari og hava fleiri børn um hendur?

Tað er ikki altíð, at vit síggja hesa gongd, tí fleiri viðurskifti koma sníkjandi. Eitt nú ætlanirnar við økiseindarleiðslum í Tórshavnar kommunu. Ein ætlan, ið heilt víst er ætlað at betra um dagstovnaøkið, men í roynd og veru merkir, at politiska leiðslan ella umsitingin í kommununi ikki hevur álit á, at verandi dagstovnaleiðarar megna at røkja sína uppgávu. Tí verður ein skipan sett í verk, sum kann “halda stýr” á hesum. Útreiðslurnar til dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu fara at vaksa. Fyrst og fremst av tí, at eitt millumleiðaralið verður sett afturat, meðan tey á gólvinum, sum í roynd og veru skulu útinna tænastuna, bara merkja verri umstøður. Fjarstøðan til veruligu leiðsluna, sum tekur avgerðirnar, verður bara størri.

Framvegis skilir eingin “har uppi”, hví tey á gólvinum rópa varskó; tey hava jú játtað meira pengar til økið. Børnini merkja ongan ágóða, men onkur leiðari, millumleiðari ella ráðgevi kann seta eitt flugubein, og so tykjast summi halda, at alt er gott.

Eftir standa vit í tí støðu, at kostnaðurin fyri vælferðartænasturnar veksur, meðan tænastan versnar, og spakuliga missa vit øll álitið á samfelagið, á politikararnar og á politisku skipanina. Og hetta kann enda við at elva til gróðrarbotn fyri radikalum hugsanum, tí vit ynskja okkum politikarar, sum taka avgerðir og broyta tingini.

Spurningurin er, hvussu vit fáa vent rákinum, soleiðis at vit aftur hava álit hvør á øðrum og harvið hava ráð at liva í einum vælvirkandi vælferðarsamfelagi.

Eina vælvirkandi vælferðarskipan ynskja vit øll, men onkuntíð tykist tað, sum um “skipanir” hava tikið ræðið, og menniskjað er sett til viks. Avleiðingin er, at vit hava ikki ráð at taka okkum av okkara gomlu, teimum sjúku ella teimum, sum á annan hátt hava tørv á vælferðartænastum frá samfelagnum.

Jógvan Philbrow