Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Hava Føroyar ein fremmandamáls- og teknmálspolitikk ?

2014-11-17 23:52

Fyrispurningur um fremmanda- og teknmálspolitikk , settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hevur landsstýrið nakran yvirskipaðan fremmandamálspolitik. og hvat gera almennu Føroyar fyri at tryggja frálæru og førleikar í viðkomandi og alheims fremmandamálum. og verða kanningar gjørdar innan hetta øki?

2. Eru ætlanir um at styrkja fremmandamálsinnlæringina í Fólkaskúlanum – serliga viðvíkjandi týskum, sum færri og færri lesa – m.a. sum avleiðing av løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar og tilhoyrandi undirvísingarkunngerð?

3. Um ja, hvørjar eru ætlanirnar, og hvussu við øðrum fremmandamálum?

4. Hvørjar eru ymisku grundgevingarnar fyri at seta færri og lægri krøv til føroysk børn, ung og fólk sum heild at læra ymisk fremmandamál?

5. Eru ætlanir um at geva frálæru í og gera námsætlanir fyri onnur stór mál ella fyri Føroyar áhugaverd fremmandamál enn tey, sum næmingar og lesandi kunnu fáa frálæru í, sum støðan er í dag?

6. Eru ætlanir um at gera átøk fyri at styrkja støðuna hjá og frálæruna í teknmáli sum heild? Er ein møguleiki at innføra teknmál sum eina vallærugrein í fólkaskúla og á miðnámi?

Viðmerkingar:

Ásetingar um mál í Føroyum eru í Heimastýrislógini. Stjórnarskipan Føroya, sum enn ikki er samtykt, hevur orðingar um føroyskt mál. Málpolitiska nevndin hevði í Mál­mørkum tilmæli, sum snúðu seg um føroyskt í mun til onnur mál – serliga danskt og enskt eins og nøkur um teknmál.

Einki serligt er at finna í lógum og reglum um fremmandamál í Føroyum.

Stórar broytingar eru gjørdar innan fremmandamálsundirvísing í undirvísingar­verkinum í Føroyum seinastu árini m.a. við lóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar og tilhoyrandi undirvísingarkunngerð, har einans fá skulu lesa eitt fremmandamál afturat enskum: Einans hugbreyt á miðnámi setir krøv um at lesa mál fyri uttan føroyskt á A-stigi og enskt á B-stigi. Heldur eingi krøv eru um kunnleika, sum kann bera upp á hægri støði í týskum (framhaldsmál) longur.

Eitt annað mál, sum tykist tørva meiri áherðslu, er teknmál, og serliga áhugavert hevði verið at frætt, hvat verður gjørt á tí økinum í løtuni, og hvørji átøk kunnu væntast og nær.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

                                             Á Løgtingi,14. november 2014

                                                        Hanna Jensen