Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Haturstala Breckmanns ílatin sum verjutala

2021-02-28 19:37

Gjørdist forvitin ein dagin, tá okkurt var sent mær á M essenger. Eg s kimmaði greinina niður eftir , og at síggja til var tað bara ein av hesum vanligu spottandi og niðrandi greinu nu m hjá Óla Breckmann um tey vinstrahallu, samstundis sum Fólkaflokkurin varð hevjaður til skýggja .

Tá eg longst niðri í greinini kundi lesa um størsta valsvik í søguni, sum skuldi vera framt á amerikanska forsetavalinum, og at vinstrahallar runurottir saman við Democrats nú ráða í USA, hugsaði eg, at hetta bara var ein endursending hjá stavnamanninum.

Men so sá eg, at eg sjálvur var nevndur – ikki færri enn tvær ferðir. Tí hesar reglur.

Greinin tykist vera ætlað sum ein verja av Peturi W. Háberg, sála, sum Óli Breckmann heldur hava fingið órættvísa viðgerð í einari grein, sum Hanus Kamban skal hava skrivað í Dimmalætting.

Sjálvur hevur undirritaði ikki lisið ta greinina, men við allari virðing fyri Petur i W. Háberg og familju hansara, so h evur hann ikki uppiborið at gerast partur av hesi ónærisligu og mannminkandi grein hjá Óla Breckmann.

Var ætlanin at verja ein deyðan mann, sum ikki fær svarað fyri seg, ímóti niðrandi umtalu, so var tað alla æru vert. Men í síni grein svertar Óli Breckmann sjálvur øll, sum liggja eitt vet til vinstru fyri hann sjálvan, niður í sand og øsku. Fleiri teirra eru navnsnevndir føroyingar, ið eisini hava ligið undir moldum í nógv harrans ár, og tískil heldur ikki fáa svarað fyri seg.

Í einum reglubrotið viðger hann Sigurd Joensen og Karsten Hoydal, sum báðir hava ligið undir grønutorvu í fleiri ára tíggju . Hesir hampamennirnir , ið bara høvdu eina aðra politiska kós enn politisk i demagogurin Óli Breckman , verða politiskt niðurgjørdir og hunddálkaðir , og annar teirra verður skuldsettur fyri at hava sungi ð úr R eyðu B ók Mao Tse Tungs í Beijing yvi r 45-50 milliónum líkum .

At hann skal koma sær, og at hann kann rúma eitt sovorið hatur, s tavnamaður Fólkafloksins í áratí ggju .

Dagblaðið, málgagn Fólkafloksins, sum hann var ábyrgdarblaðstjóri fyri, varð brúkt sum hansara persónligi politisk i spilliklút ur. Øll , sum vóru vinstravend , vóru snúl tarar, ið bert dugdu at kráma inn undir seg til seg og síni, og ongin teirra gav nakað aftur til samfelagið.

Gekk ein í úlpu, so var ein sambært Ó la Breckmann helst kommunistur . Lesar arnir fingu at enda eitt sovor ð ið vaml fyri Dagblaðnum og politisku sjónamiðum blaðstjórans, at blaðið fór til grundar.

Tað, sum átti at verið kjarnan í greinini hjá honum, og sum ein við sera góðum vilja onkunstaðni kann fáa fatan av kanska eisini vóru upprunaligu ørindini, er, at vit øll kunnu hava hildið við skeiva liðnum onkuntíð, tikið tað ringa fyri tað góða. Tí vit ikki vistu betur. Tí vit ikki kendu veruligu søguna og støðuna.

Sum Jústinus Eidesgaard hugleiddi á sínum facebookvanga nú ein dagin: “ Onkuntíð ivist eg, um eg ikki sjálvur hevði tikið undir við nazistisku rørsluni, um eg vaks upp sum unglingi í tríatiárunum.

Men hjá Ól a Breckmann snýr tað seg fyrst og fremst um at profilera síni menniskjafíggindaligu og e kst remu politisku sjónarmið. Tað ger tað hvørja ferð. Uttan s ømuligheit og virðing fyri ø ðrum menniskjum, sum ikki meina akkurát tað sama sum hann .

At eg verði skýrdur professionellur fólkaflo k shatari av júst hesum manninum , taki eg sum eitt stórt herðaklapp . Eg havi ikki sum onkur annar arva ð mín politiska lit, og tíbetur havi eg ikki arva ð tað hatursins DNA , ið hevur eyðkent s tavnamann Fólkafloksins í aratíg gju, og sum hevur verið hansara poltisk a drívmegi í herferð ini ímót i øllum , sum hava eina ørðvísi politiska hugsón enn hann sjálvur.

Sum 15-16 ára gamal tók eg eina politiska avgerð í gomlu Dansistovni í Sørvági . Tann avgerðin hevur verið mítt politiska stavnhald til henda dag.

Eg var , sum øll onnur , barn av míni samtíð. Nógv børn tá í tíðini høvdu ongan pápa, tí at pápin var gingin burtur við skipi. Hjá mær og øðrum við var pápin bret skur herðmaður, soleiðis at vit vóru sokalla ð krígsbørn. Tað hevur verið tungligt hjá støkun mammu m og eftirsitandi einkju m, fleiri við nógvum børnum , hesa døpru tíð.

Eg giti, at nógv av hesum børnum eins og undirritaði ofta hava verið hjástødd, tá pápi at onkran av vinu nu m kom aftur av skipi. Ofta komu teir úr Bretlandi, Noregi ella øðrum fremmandum londum. Tá fingu hesir vinmenn inir ella vinkonur nar hópin av karamell um og øðrum góðgæti, fín klædnapløgg, stýrisle tu r, sparkarar o g annað gott .

Løgið nokk, so k endi eg ongantíð øvund ímóti vinunum fyri tað , sjálvt um eg stóð sum eygleyðari við ongu m . Uppá ein ella annan máta , so viðurkendi tú, at soleiðis var veruleikin tá, og tað kundi tú einki gera við uttan at góðtaka tað.

Sum 15-16 ára gamal var eg á politisku m fundi í gomlu Dansistovuni í Sørvági. Hetta gjørdist ein av størstu hendingum í lívi mínum, um eg síggið burtur frá, tá eg møtti henni , ið seinri gjørdist kona mín, eins og tá vit vóru vælsignað við seks børnum.

Tað var størsta politiska reystmenni, ið Føroyar hava fostra ð , nevnliga stovnari Javnaðarfloksins Petur Mohr Dam, sáli , sum var fremsti røðarin. Petur Mohr Dam, sum upp á eitt stutt áramál , eftir at Javnaðarflokkurin vann leiðsluna í Tinganesi, framdi tað politiska bragd ið, ið flutti Føroyar áratí ggju fram á leið.

E g sat á næstu rekkju, tá formaður Javnaðarfl oksins legði síni politisku sjónarmið fram . At kenna nærveruna hjá hesum politikara kann illa sigast frá; eg fekk eina kenslu av, at hann tosaði við meg persónliga. Og eg sá fyri mær – sum hálvvaksin tannáringur – at bæði ein virðilig fólkapens j ón, stuðulsskipanir innan skúlaverki ð , ein nymótans fiskiflot i o.s.fr vóru í eygsjón.

Her sást og hoyrdi ein, sum var meira menniskja enn politik ari . Ei n mann við kenslu m, ið var fult greiður yvir, at fjøldin hevði brúk fyri einum samhaldsføstum politikki. Einum politikk i, har eisini vanligi fiskimaðurin við stuðli úr 60 millióna grunninum kundi ogna sær nymótans fiskifør.

Eftir fáum árum høvdu fiskimenn við áræði ogna ð sær um leið 50 nýmótans línubátar. Hetta var fyrstu og einastu ferð, at norskir fiskmenn øvundaðu føroyingum, at vit høvdu ein nymótans fiskiflota, sum tá var langt frammanfyri teirra – ja, vit høvdu tann mest nymótans línu fiskiflota í øllum heiminum .

Um tað mundi høvdu Sambandsfl okkurin og Fólkafl okkurin saman við Gamla Sjálvstý ri staðið sum ryssa yvir deyðum fyli í tvey valskeið við met stórum arbeiðsloysi. 3 . 000 føroyingar vóru noyddir til Íslands at lívbjarga sær, annaðhvørt á sjógvi ella á landi , og hópur av sjómonnum mynstrað i eisini við týskum og bretskun trolarum.

Tann stolti trolaraflotin , ið vinnupolitikkur Fólkafloksins sambært Óla Breckmann átti heiðurin av, og sum, eisini sambært honum, hevði avloyst gamla flotan – tær flótandi líkkisturnar við 23 monnum var s eldur sum gamalt jarn, tá kolaprísirnir fóru til himmals .

Sama hvat konsp i ra sj óns teoriir og søgufalsan s tavnamansins siga , so er tað ein óreingiligur veruleiki, at fyrstu ferð Javnaðarflokkurin fekk leiðsluna í Tinganesi, fekk vanligi fiskimaðurin eisini møguleika at útvega sær nymótans línubátar við 10 prosentum í eginpeningi.

H esin fiskifloti n var grundarlagið undir øllum frambur ði bæði á sjógvi og landi í trýssunum og hálvfjer ð sunum. Og hann var eisini við til at leggja lunnar undir tað samhaldsfasta samfelag , sum nógvar tjóðir misunna okkum í dag.

Eg havi havt tað á orði fyrr, at størst u politisk u br øgd nakrantíð í føroyskari politiskari søgu, er politiska telvingin í fleiri umførum hjá teimum báðum formonnum Javnaðarfloksin, feðgunum Petur i M ohr Dam og Atl a Dam, ið báðir eru farnir um sýn

At hesir báðir á odda fyri Javnaðarflokkin fleiri ferðir kundu telva so væl ímóti tveimum liberal-konservativum flokkum, javnt stórir við Javnaðarflokkin, at vit í dag hava eitt tað besta samhaldsfasta samfelag í heiminum , t að er eitt politiskt bragd uttan líka.

Frank Davidsen