Hatta tænti ongum!

2014-05-22 16:51

Tað eru umleið 2 ár liðin síðani undirritaði snikkaði eitt uppskot saman, saman við fleiri øðrum ungum tjóðveldisfólki. Uppskotið snúði seg um, at Tjóðveldisflokkurin skuldi taka greiða støðu til spurningin um at javnseta samkynd í hjúnarbandslógini. Kjakið gekk harðliga fyri seg, men hóast tað, var nærum einmælt samtykt at knýta uppskotið í arbeiðið at gera stevnumið. Nú tvey ár seinni, eru stevnumiðini gjørd, og hetta uppskotið er knýtt í, soleiðis at flokkurin nú, eisini við stórum meiriluta, hevur samtykt at Tjóðveldið sum flokkur gongur inn fyri at samkynd eisini skulu kunna giftast borgarliga í Føroyum. Í sama viðfangi er fyrst skrivað, at flokkurin undirstrikar rættin hjá samkomum og kirkjum, sjálvi at taka støðu til málið. At enda er orðað, at tað hóast hetta er blivið floksmál, so stendur enn tingfólki frítt at atkvøða eftir egnari sannføring. Tí hóast 26 vóru fyri uppskotinum og einans 7 ímóti, so ynskir flokkurin sjálvsagt eisini at fevna um minnilutan.

Tað var av praktiskum grundum ógjørligt hjá mær at vera á flokstingið hesuferð. Eg eri staddur hinumegin heimin, men tað var tó við stórum spenningi, at eg tendraði telduna dagin eftir, at síggja hvat spurdist burturúr tí stóra stevnumiðararbeiðinum, sum ein ørgrynna av fólki hava verið aktiv í. Úrslitið kann ikki sigast at vera annað enn frálíkt, og staðfestir tað enn einaferð, at flokkurin hevur greiðar ætlanir á øllum økjum. Ætlanir sum sjálvandi eru rótfestar í, at stovna Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð. Tað varð eisini, sum áðurnevnt, staðfest, at flokkurin sum fyrsti flokkur í Føroyum tekur greiða støðu til spurningin um at javnseta samkynd í hjúnabandslógini. Men hvat tá? Onki stórvegis rok spurdist burturúr hesum í føroysku fjølmiðlinum ta fyrstu tíðina, og ein helt næstan, at nú vóru vit komin so langt, at hetta ikki var tað stóra stríðið longur, sum ein helt… Men gakk!

Tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn onkur skuldi sleppa bumbuni. Hesuferð var tað ikki eingongd mótstøðufólkini, sum geylaðu, men tveir kendir tjóðveldismenn. Tann eini vildi vera við, at flokkurin hevði gjørt seg inn á trúarfrælsið hjá honum, og hin helt, at Tjóðveldi einans snúði seg um hetta málið eftir hondini. (!!!) Enntá var sagt, at hvørki vinnulívsfólk ella trúgvandi kundu velja Tjóðveldi longur, tí at flokkurin hevði samtykt, at eisini samkynd skulu kunna fara oman til borgarstjóran at biða um pappír uppá hvønn annan. Tann stuttliga andsøgnin í øllum hesum er, at ímeðan onnur tjóðveldisfólk vóru farin heim eftir eitt óivað bæði gevandi og strævið floksting við tonkunum um allar ætlanirnar, sum flokkurin hevði lagt, fyri næstu 10 árini, so blástu teir, sum frammanundan hildu at málið var ov uppblást, málið enn meiri upp, soleiðis at bumban brast! Hvørjum arbeiða hesir fyri? Hvørjum tænir tað, at skjóta flokkin niður í sjónvarpinum? Sjálvsagt hava hesir sum øll onnur eisini talufrælsi, ein kundi bara ynskt, at teir brúktu tað á røttum stað! Eg skal sjálvandi ikki gera vart við, at hesir báðir, eins og eg sjálvur, ikki vóru á flokstingið heldur, og at skotið, kanska serliga tí, sat beint í rygginum!

Uppskotið er skriva eftir sjálvari stevnuni:

Tjóðveldi er snikkað soleiðis saman, at tað fyrst og fremst verður arbeitt eftir tveimum leistum sum flokkur. Grundarlagið undir flokkinum er sjálv stevna floksins, ið var skrivað fyri meiri enn hálvari øld síðani. Stevnan er sjálv idelogi'in handan flokkin, eins og aðrir flokkar eru stovnaðir á vinstravend ella høgravend manifestir, so er Tjóðveldisflokkurin stovnaður á hesar tankar, sum stovnarar floksins festu á blað.

Hin leisturin, ið arbeitt verður eftir, eru "stevnumiðini." Stevnumiðini verða endurnýggjaði tíggjunda hvørt ár, og eru tey við støði í stevnuni, tey praktisku málini, sum flokkurin arbeiðir eftir innan styttri áramál.

Tá ið uppskotið um at flokkurin skuldi taka greiða støðu til hjúnabandslógina var snikkað, var tað við serliga tveimum greinum í stevnuni í baktonkunum. Grein 1, sum staðfestir at "… Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldir.", og grein 9, ið staðfestir at "Tað verður at fara undir dyggiligt endurreisingarstarv og uppbyggingarstarv á øllum økjum samfelagsins, so at fólkið alt, sum her veksur upp, fær líkindi at liva við sømd í føðilandi sínum."

Tað er júst hetta, sum málið snýr seg um. At allir føroyingar skulu ikki bara hava somu samfelagsskyldir, men eisini sama rætt at liva við sømd í føðilandi sínum. Málið snýr seg um, at eins og øll onnur, skulu samkynd kunna liva í Føroyum, ikki sum øll hini vilja hava tey at liva, men soleiðis sum tey ynskja at liva.

Hvat hevur hetta við trúarfrælsi at gera?

Tað fyrsta skotið kom úr lesarabrævi frá Jógavni í Skorini. "Nú eru tjóðveldisdyrnar vorðnar alt ov smalar, trúðarFRÆLSIÐ er tikið úr flokkinum, øll skulu vera samd, eisini tá talan er um etisk, átrúnaðarlig mál.!

"Frælsi hjá mær er so fevnandi, at tað steðgar tá eg geri meg inn á títt frælsi." Hetta má vera mest brúkta lýsingin av hugtakinum frælsi, og eigur hendan lýsingin at gera seg galdandi í øllum lógarsmíði sum heild. Men hvussu ger ein samkyndur seg inn á trúarfrælsi hjá Jógvani við at gifta seg borgarliga? Hvussu ger Tjóðveldi seg inn á trúarfrælsi hjá Jógvani, við at staðfesta ein borgarligan rætt í stevnumiðunum? Hvussu kann tað sigast, at Tjóðveldi er vorðið órúmligt, við at í fyrstu atløgu staðfesta, at øll skulu hava somu rættindi, og í aðru atløgu staðfesta, at tí at ein lítil minniluti av flokkinum sær hetta sum ein átrúnarligan spurning, so kunnu tey atkvøða eftir egnari sannføring? Tað er júst tekin um ein rúmligan flokk, tá ið man hevur eina minnilutaverju í stevnumiðinum, sum verjur allar bólkar í sambandi við hetta viðkvæma málið.

Men var tað nú so illa meint?

Ein annar vinkul, sum til ber at hyggja eftir málinum uppá, er tann, at teir báðir eysturoyingarnir eru farnir undir sítt valstríð. Alt gott um tað, tí týdningarmikið er at byrja tíðliga, men ein freistast til at halda, at hin fyrri leitaði eftir einum máta at markera seg uppá, og soleiðis hevði hin næsti ikki ráð at lata vera við at siga okkurt. Men óivað vita teir, at hetta tænti á ongan hátt flokkinum! Teir kunnu ugga seg við, at allur kritikkur er sunnur, og at teir hava sítt talufrælsi, men tá tað kemur til stykkis, so er tann nattúrliga niðurstøðan tann, at um teir høvdu brúkt sína tíð og orku til at vísa á alt tað megnar arbeiði, sum er gjørt í samband við stevnumiðini innan eitt nú vinnuøkið, innan samhaldsfesti og høvuðsendamálinum - at stovna føroysku tjóðina sum sjálvstøðugan stat - so høvdu teir vunnið meira.

Sjálvsagt er at fegnast um, at føroya rúmligasti flokkur, eisini rúmar minnilutum. Tað er at fegnast um, at flokkurin hevur sett hendan nógv umstrídda setning í stevnumiðini, og tað er at fegnast um, at flokkurin útfrá fólkaræðisligum spælireglum hevur sett eina minnilutaverju í stevnumiðini, sum staðfestir, at eisini tey fáu, ið vóru ímóti uppskotinum eru ynskt í flokkinum.

Men tað er ikki nóg gott, at floksins umboðsmenn í tí almenna rúminum, skjóta við fullkomiliga ógrundaðum pástandum, uttan at tað sum so verður grundgivið fyri sjónarmiðunum. Tað er ikki nóg gott, at eisini tey, ið umboða flokkin seta spjaldur á flokkin, um at flokkurin skal hava útihýst nøkrum. Hesi spjaldur eru ósannindi, og ikki minni eru tey ring at sleppa av við. At slíkar niðurbrótandi útsagnir tæna ongum.

Við nøgdari tjóðveldiskvøðu,

Regin Winther Poulsen