Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Harskapur og óðamannaverk á døgnstovnum undir almannaverkinum. Og ársins leiðari hóttir starvsfólk

Fólk eru á gosi, nú vit námsfrødingar ditta okkum at tosa um betri løn og arbeiðsumstøður

Eg haldi at nógv fólk ikki eru greið yvir, hvat okkara starvsøkið fevnir um, tá vit tosað um serstovnar.

Vit taka okkum hvønn dag av fólki sum hava asberger, autismu, adhd og menningartarn, og menniskju við ymiskum sálarsjúkum. Vit starvast í teirra heimum, hetta krevur eina serliga fakvitan, sum námsfrøðingar eru skúlaðir í og hava. Um hesi menniskju vera innløgd á sjúkrahús, so mugu vit, sum námsfrøðingar, leggjast inn við teimum, tí at starvsfólk á sjúkrahúsinum ikki kenna til akkurát tað menningartarnið. Vit eru teirra mál, teirra forlongdi armur, tey eru jú flutt frá heimanífrá inn ástovn. Okkara vitan krevst har, hví skulu vit so ikki hava løn, sum tey, ið hava sína dagligu gongd á sjúkrahúsinum.

Lønardeildin og ikki minst, ÁRSINS LEÐIÐARI, stjórin á Almannaverkinum, hótta við bæði líkum og ólíkum, fongsli og øðrum. Brøv verða send til leiðarar í verkfalli, har teir verða biðnir um at boða okkum frá, hvat hendir um vit ikki akta harraboð frá ÁRSINS LEÐIÐARA. Hetta undrar okkum sum hvønn dag, alt døgnið, eru um TEY VEIKASTU, sum alt snýr seg um.

Okkara STJÓRI bleiv kosin ársins stjóri 2017. Men hvør tilnevndi hann? Ikki starvsfólk á Almennaverkinum , sum vita, at nógvir borgarar á nógvum stovnum eru fyri umsorganarsvikið hvønn dag. Almennaverkið søkti um undantøk, tí óforsvarligt var at reka stovnarnar undirmannaðar.

At vera einsamøll á vakt við nógvum borgarum er onki nýtt, ja á nógvum stovnum eru als ikki nakað starvsfólk eftir kl 20, sjálvt um hetta eru borgarar, sum tørva hjálp alt samdøgri.

Í okkara starvi verða vit hótt hvønn dag av borgarum. Vit verða spýtt á, sparkaði, sligin, klípt, rópt á, beinbrotin, og ikki minst eru vit fyri sálarligum ágangi. Hetta verður alt fráboðað, men als onki hendir so kosin ársins STJÒRI, nei tað taka vit ikki undir við. Og hvar fór trivnaðarkanningin, sum sáplaði almannaverkið niður. Absolut einki er broytt, Alt er við tað gamla og kanningin goymd

Nú verkfall er, hava vit sum eru TÆNASTUMENN arbeitt døgn eftir døgn. Hetta er ikki undantaksloyvi, men okkara plikt, sum tænastumenn. Er hetta forsvarligt, hvat við arbeiðatíðarreglunum? Ongin ger vart við hetta hvørki so ella so.

Vit eru eisini sera vónbrotin av landstýriskvinnuni í heilsumálum. Kann stjórin hóreiggja sær sum hann vil, uttan nakra átalu. Tá tosað verður um lív og heilsu hjá borgarinum, so hava vit sjúkrahús, og heilsufrøðinger at taka sær av hesum.

Skjótt eru ongir námsfrøðingar ella heilsustarvsfólk eftir á landsins stovnum, bara ungfólk og ófaklærd. Mær listi at vita hvat Kristina Háfoss og kompaní halda um tað.

Vit NÀMSFRØÐINGAR vilja altíð gera okkara besta fyri okkara borgarar, men vit eru eisini menniskju, sum IKKI vilja traðkast á, hvørki so ella so.

Um nú allir námsfrøðingar og tænastumenn søgdu seg úr starvið og fóru upp í ALS.

Hvat so við okkara fakøkið? Tá hevði alt skramblað saman.

Skulu vit tað Samuelsen, Olsen & Háfoss?

Veruleikin er, at tit skíta afturútsigldur lønarbólkar. Orð tykkara eru sápublørur

MEN. Vit stuðla okkara fakfelag