Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Harriet Høgnesen stillar upp fyri Sambandsflokkin

2020-10-10 10:03
Kommunalpolitikkur - 

Eitt nýtt andlit stillar upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu

Harriet Høgnesen er av Argjum, er 45 ára gomul og hevur 5 børn, ið eru í aldrinum 3 til 25 ár. Harafturat hevur hon 3 ommubørn.

Harriet eigur og rekur salong Kvilt Hárfríðkan, ið húsast í tiltikna sitrónhúsinum á Áarvegnum, har hon hevur 5 kvinnur afturat sær.

Harriet hevur tikið skeiðir innan salgspsykologi, sølu og tænastu, og selur í dag hárfríðkanarvørur yvir netið.

FLEIRI HEITAR HENDUR TIL BÆÐI BØRN OG ELDRI 

Sum mamma, kennir Harriet væl til dagstovnaøkið. Í 20 ár og hevur hon havt børn á stovni og upplivað, hvussu góðar tíðirnar vóru, tá fyrstu børn hennara vórðu passað á stovni og hvussu nógv starvsfólk tá vóru at taka sær av børnunum, samanborið við í dag.

Starvsfólkini eru fitt og røsk, men tey eru ov fá og megna ikki at passa øll børnini; tað er heilt einkult ikki nóg nógv starvsfólk til hvørt barni.

Stovnarnir skulu raðfestast og pengar skulu setast av til at seta fleiri fólk í starv, soleiðis at starvsfólkini ikki verða niðurslitin og gevast áðrenn tíð, tá ongin orka er eftir. Verður økið raðfest, er minni útskifting á stovnunum og meira tíð til hvørt einstaka barni.

Eldraøkið hevur somuleiðis tørv á fleiri starvsfólkum at taka sær av teimum eldri. Eldri skulu fáa neyðuga røkt og hava ein innihaldsríkan dag. Tað er torført hjá nøkrum fáum starvsfólkum at røkta tey eldru, tá fleiri teirra hava brúk fyri hjálp stóran part av degnum.

HAVNIN SUM EIN LESTRARBÝUR - EISINI FYRI BARNAFAMILJURNAR

Hitt hjartamálið hjá Harriet er, at Havnin skal vera ein lestrarbýur. Ikki bara ein lestrarbýur fyri tey einstøku, men eisini fyri barnafamiljurnar og støk foreldur.

Í dag er stórt trot á bústøðum fyri lesandi við familju og tørvur er á fleiri lestraríbúðum, hvagar lesandi við familju kunnu búsetast í einari nøktandi íbúð fyri ein rímiligan penga. Við lestrarstuðli sum fíggjarligt grundarlag, er torført at fáa pengarnar at røkka, og við einum arbeiði við síðurnar av, kann tað vera torført at fáa gerandisdagin at hanga saman.

Tí er umráðandi, at mann í kommununi ger sítt fyri, at tey lesandi við familjum skulu trívast og koma á mál við útbúgvingini; tað fáa vit sum samfelag eisini stóran ágóða av.

Føroya Væl

RN