Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Harraleys verk

2014-03-11 06:13

Tann 25. nov í farna ári, meðan Amnesti og onnur minnast dagin, kemur Tummas í Garði, fyrrverandi læknastjóri, sum ketta úr høvdatrog og boðar frá egnum hjálparloysi og deyða millum oyggjarnar.

Blaðmaðurin skrivar við Tummasi sum heimildarmanni “..tað er hent meira enn einaferð, at sjúklingar í Føroyum eru deyðir, tí teir ikki beinanvegin eru komnir undir røttu serlæknahendur undir bráðsjúku ella eftir vanlukkutilburð”.

Umframt at vera partur av sjúkrahúsleiðsluni á Landssjúkrahúsinum(LS) í fleiri ár hevur Tummas samstundis verið læknafakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum. Slíkar álvarsligar tilburðir sum Tummas sigur seg vita um, hevði ein so roknað við, at hann tók upp við Heilsumálaráðið, so møguligar skeivar mannagongdir kundu rættast. Slík viðurskifti hava ikki bert almennan, men serliga heilsufakligan áhuga.

Eg havi tí biðið Heilsumálaráðið(HMR) um innlit, um slíkar fráboðanir. - Men nei, har er ongin slík fráboðan ella mál og í svarinum sigur HMR ikki óvæntað, at hetta er ikki teirra ábyrgdarøki. Hetta skal eg koma aftur til. HMR vil tó umhugsa at venda sær til landslæknan um málið.

Tað er í grundini undanførsla og møsn, at Tummas ikki fyrr enn nú í almenna tjakinum, sigur seg kunna gera vart við slík viðurskifti. Heilsufaklig trygd og dygd var partur av arbeiðssetningi hansara. Tað er sera álvarsligt at okkara medborgarar misfarast av organisatoriskum viðurskiftum í heilsuverkinum. So ein átti at tikið sum givið, at sjúkrahúsleiðslan á LS, hansara egni sjúkrahússtjóri var kunnaður. Hetta hevði tí verið eitt sjálvsagt mál fyri regluligu samstarvfundirnar millum sjúkrahússtjórarnar. Men munnliga havi eg fingið at vita frá bæði Hera Ellingsgård, sjúkrahússtjóra á KS, og Ronnié Midjord, sjúkrahússtjóra á SSH, at teir ikki hava hoyrt eitt orð grett um hesi viðurskifti frá sjúkrahússtjóranum á LS. Er tað hugsandi at hesi álvarsligu viðurskifti Tummas førir framm á torg ikki eru umrødd í sjúkrahúsleiðsluni á LS? Situr sjúkrahússtjórin á LS omaná so viðkvæmun upplýsingum, ella roynir Tummas seg ein ferð enn við eini fáfongdari ikki skjalfestari søgu, sum skjól fyri eini pallseting av sær sjálvum?

Í sama temablað um heilsuverkið, verður eisini ró framundir, at setaninar av yvirlæknunum – og har við eisini undirritaða - á Suðuroyar sjúkrahúsið, ikki eru góðkendar av HMR. Tað kundi líkst Tummasi, at hann eisini var heimildarmaður og faddur at hesi søgu. – Men geri eg honum órætt kann blaðmaðurin rætta meg.

Sambært sjúkrahúslógini skal minst ein serlækni í almen kirurgi og ein serlækni í intern medisin vera settur við hvørt av teim trimum sjúkrahúsunum. Og júst so eru yvirlæknanir á Suðuroyar Sjúkrahúsi settir. Soleiðis eru eisini flestu av yvirlæknunum á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi settir. Flestu okkara hava eina sergrein, sum er høvuðsarbeiðsøkið okkara. Hvussu HMR tulkar kravið um at: “Við øll sjúkrahúsini kunnu setast á stovn sergreinar eftir góðkenning frá landsstýrismanninum” sæst í svari til undirritaða í samband við fyrispurning um innlit í hesi viðurskifti á Landssjúkrahúsinum.

Sum tað sæst er tulkingin ikki einføld og kann helst ikki gerast neyv, so illa hetta lógarsmíð, sum bert hevur fá ár á baki, er frágingið. Tað sum í hesum sambandi hevur týdning, er tó, at HMR metir bæði setan og virkisøkið hjá yvirlæknunum á Suðuroyar Sjúkrahúsið at verða lógliga og í trá við sjúkrahúslógina.

Meðan Tummas hevur verið læknastjóri á Landssjúkrahúsinum, eru trý serlæknastørv sett á stovn á medisinska deplinum. Eitt í nýrasjúkum, sum hevur verið stórur tørvur á í mong ár. Eitt í blóðsjúkum, sum í grundini er ov smalt til so lítið fólkagrundarlag. Og eitt í infektiónssjúkum, sum var harliga tiltrongt, og í grundini skuldi verið lyft upp til eina landsfunktión, sum saman við lands-djóralækna kundi skipa fyri eini smittuverju strategi fyri landi.

Bert síðsta starvið í infektiónsmedisin er sett eftir góðkenning frá landsstýrismanninum. Hini bæði serlæknastørvini eru sett, uttan góðkenning frá landsstýrismanninum, av júst sjúkrahúsleiðsluni, sum Tummas var partur av.

Alt hetta veit Tummas í Garðið. Hvørjum ørindum er Tummas í Garði so í ? Eg eri farin at ivast í um hann veit tað sjálvur. Hesin heilsufakliga grunni, illgrundaði og smásmarti mátin hevur verið fastur táttur av leiðslustílinum á LS í skjótt mong ár.

Stúranin, Tummmas í dag hevur um heilsuna hjá føroyskum sjúklingum, eru sjálvsagt tað beru lótir. Í løtuni heldur hann tað vera oppertunt at rópa upp um deyða og ússaliga tilrættalegging í heilsuverkinum. Men tá hann fyri fáum árum síðan, sum læknastjóri hevði møguleikan og ikki minst skyldu at rætta upp á beinleiðis vandamiklu mannagongdirnar, við óneyðugum deyða á medisinska deplinum á LS sum avleiðing, var hann púra kaldur og líkasælur, hóast hann var biðin um at gera sína ávirkan galdandi. Tvørturímóti vardi hann vandamiklu mannagongdunar, sum danska Heilsustýrið síðan feldi dóm yvir og átalaði. Í grundini dugdi hann ikki at síggja um sítt hús, vita hvar hann stóð í starvi sínum og handla har eftir. Tíverri hevur hann ikki verið einsamallur. Leiðslumanningin á LS hevur síðan aldarskiftið verið merkt av heilsufakliga og leiðsluliga óroyndum fólki.

Í niðurstøðu sum heilsustýrið gjørdi um teir ítøkuligu partar av virkseminum, sum eg hevði neyvast innlit í og sum eg bað teir gera meting um, kann lesast í svarum teirra til LS, HMR og Landslækna.

Líkasælan frá teimum, sum sótu við endaligari ábyrgd í sjúkrahúsleiðsluni, nevniliga Tummas í Garði og Poul Geert Hansen, viðførdi eisini eina kæru um embætisførslu teirra, sum løgmansskrivstovan bað danska Heilsumálaráðið gera meting um fyri seg . Sum sæst, er tað ongin – hvørki heimastýrið ella danska heilsustýrið, sum halda seg hava ábyrgd av stýringini av føroyska heilsuverkinum. Danska heilsustýrið viðurkennir sær ábyrgd av persónliga eftirlitinum av autoriseraðum starvsfólki, og harvið endar teirra partur.

Í sínum ráðaloysi fyri at sleppa frá at taka støðu til leiklutin hjá Poul Gerrt Hansen og Tummas í Garði í vanlukkuligu stýringini á LS, spyr ráðgevin á løgmansskrivstovuni umboðið fyri donsku umsitingina í Føroyum um, hvør hevur ábyrgduna um ein sjúkrahússtjóri t.d. tekur avgerð um “at ambulancerne ikke kører efter kl. 15”. - Jú slíkir spurningar vera guð hjálpi mær sendir av Løgmansskrivstovuni – føroyska statsministerinum - og út í heim. Danska umsitingin tvs. landslækni, ríkisumboði og avarandi ministerium svara, at tað eigur heimastýrið, meðan løgmansskrivstovan heldur framm at renna undan. – Tann sum hevur hug, kann lesa svar frá Heilsustýrinum til ríkisumboðið og Løgmansskrivstovuna dagfest 26. sept. 2012 og svar frá Løgmansskrivstovuni til m.a. undirritaða dagfest 4. dec. 2012 j.nr.0103-004/10 har løgmaður eisini sigur, at hann fer at taka ábyrgdina fyri heilsuverkinum upp við landstýrismannin í heilsumálum.

Tá tað kemur til at fyribyrgja óneyðugum deyða og meini millum sjúklingar í Føroyska heilsuverkinum, hevði Tummas í Garði allar møguleikar at ávirka viðurskiftini. Og tá tað kemur til starvssetanir hevði hann møguleikar at fyribyrgja spekulatión og nepotismu í hjálparlækna og yvirlæknastørvunum á LS. – Men Tummas gjørdi onki, púrt onki. Løgmanskrivstovan hevur treyðugt og trilvandi tala at um bæði viðurskifti.

Viðvíkandi kjakinum um trý sjúkrahús ella ikki fari eg at heita á miðlafólk og luttakarar annars at viðgera sjúkrahúsini hvør sær. Serliga eigur ein ikki at greipa Suðuroyar og Klaksvíkar sjúkrahús saman, tí landafrøðiligu fortreytirnar at loysa bráðfangissjúkrahjálp í løtuni eru heilt ymiskar fyri suðringar og norðingar. Fyri nøkrum døgum síðan hevði mín fyrrverandi starvsfelagi, Óli Mikkelsen, lesarabræv í miðlunum, har hann fannst at landsstýrismanninum, tí at sjúkrahúsini ikki vóru umrødd í heilsunýskipanini, sum varð framløgd fyri nøkrum mánaðum síðan. Eg eri samdur í, at tað er ein veikleiki. Positiva gongdin í samstarvinum millum sjúkrahúsini upp undir aldarskiftið er horvin. Snævurskygdi og maktfullkomni leiðslustílurin á LS eftir aldarskiftið, sum fyri nøkrum árum síðan, varð eksporteraður niðan í HMR, hevur verið eitt afturstig í samansjóðingini av føroyska heilsuverkinum.

10. mars 2014

H. Petur Nielsen