Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Harmiligt Annika !!

2013-09-01 22:12

Ein kommunal nýskipan var næstan komin á mál. Breið undirtøka var fyri tilgongdini, men tað eydnaðist hesari samgonguni at forkoma henni.

Talan var um við lóg at leggja kommunurnar í Føroyum saman í 6 ella 7 kommunur soleiðis, at hesar vóru førar fyri at taka á seg nærtænastur til borgarar, eitt nú eldraøkið og fólkaskúlan.

Á odda fyri hesi tilgongd var sjálvur løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen og varaløgmaður Annika Olsen. Tá løgtingsvalið í 2011 var av, sviku tey bæði.

Ein beinleiðis láturlig fólkaatkvøða forkom kommunalu nýskipanini. Ein fólkaatkvøða, sum bara hevði eittans endamál, og tað var at tryggja, at absolutt einki skuldi, mátti ella kundi henda. Tað eydnaðist hjá samgonguni at fáa 70% av fólkinum at sita heima.

Nú skulu vit gjalda prísin. Ætlanin var, at eldraøkið skuldi leggjast út til kommunurnar at umsita 1. Januar 2014, men tær avtalur, reglugerðir og lóggáva sum skulu til, hevur landsstýrið ikki megnað at gera. Tí hevur landsstýriskvinnan fyribils útsett útveitingina til 1. Januar í 2015.

Annika Olsen hevur tað ikki lætt, men hetta visti hon og øll hini, sum vóru við í kommunalu nýskipanini. Tí at leggja eldraøkið út, gera lógir og reglur fyri 30 kommunur - við so ymiskum førleikum – er ikki bara sum at siga tað. Sjálvandi verja kommunurnar síni áhugamál og vilja hava mest møguliga ávirkan á tað, sum skal henda. Hvør kommuna kann gera, sum hon heldur vera best og kann eisini velja at samstarva ella at lata vera. Men hetta var so tað, ið landsstýrið og samgongan vildi hava og hevur fingið júst tað.

Tí er tað ikki rætt at seta hart móti hørðum nú. Tað var betur, um Annika vísti handan fastleikan, tá vit skuldu verja og bjarga kommunalu nýskipanartilgongdini, sum var og er vegurin at fara, um tað skal eydnast at fáa eldraøkið út til kommunurnar at umsita við skili.

Eldratænastan má fáa ein ábyrgdara. Vit góðtaka ikki, at ein so týdningarmikil tænasta framhaldandi verður eitt býtisbarn millum land og kommunur, har hvørgin eigur ábyrgd.

Eldratænastan er ein hin størsta avbjóðingin vit hava liggjandi á. Skal hon loysast virðiliga, og tann peningur finnast, sum krevst, so er alneyðugt at savna allar góðar kreftir og at landsstýrið ásannar at politiska kósin er skeiv.

Poul Michelsen, løgtingsmaður

Framsókn