Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Har tey Gudleysu sita við ræðið!

2022-05-16 14:45

Í FN/ST eins væl í WHO, eru 194 lond limir. Talan er um somu lond, tí WHO er ein ST stovnur.

Av tí at Danmark er limur í ST/WHO, hanga tískil Føroyar og Grønland uppií hesum limaskapi.

Eru kanska eyka peningaposar og gylt størv í væntu sum ger, at ein ikki dugir ella vil síggja hvat veruliga gongur fyri seg í samfelagnum?

Ein kann líka sum spyrja inn til, hvar tankarnir eru hjá teimum sokalladu stýrisvølunum í landinum?

Helst hongur tað saman soleiðis, at sokallaðu stýrisvølarnir í FO og GR einans eru ”puppet on a string” í slíkum viðurskiftum ið umhandla avgerðir í ST sum fevna um tess limalond?

Kríggið í Ukraina líkist meir og meir einum burturbragdi (afledningsmanøvre) samantvinnað við eini ”False Flag Operation”, tí at kríggið í Ukraina er eitt reint amerikanskt ”proxykríggj”.

Hvat merkir heitið False Flag Operation (FFO)?

Ì stuttum merkir tað: ”at vera undir følskum merki (False Flag) í týdingini ”at fjala veruligu ætlanirnar,"

Longra frágreiðingin uppá eina FFO er: ”En false flag operation" er kendetegnet ved tilsyneladende at være udført af en bestemt operatør ”X”, der i virkeligheden ikke har udført den, mod offeret ”Y”. Operationen arrangeres og udføres i virkeligheden af den skjulte intrigemager ”Z”, som for egen vinding skyld, ønsker at sætte ondt blod mellem X og Y. Princippet kaldes også for “del og hersk”.

Ein annar háttur at greiða frá tí sama er: ”En hemmelig operation udført af regeringer, selskaber eller andre organisationer, med det formål at vildlede befolkningen til at tro, at handlingen blev begået af en anden entitet!”

Hvat er so eitt Proxykríggj? Føroyska heitið er ”staðgongukríggj”. À donskum málið er frágreiðingin hendan: ”En stedfortræderkrig er en krig, som officielt er mellem to parter, men hvor disse parter hver især er allieret med eller støttet af andre, større magter, og hvor det egentlige mål med krigen mest af alt er at rykke magtbalancen mellem stormagterne.”

Ì krígnum sum gongur fyri seg í Ukraina, er talan um eitt USA-proxykríggj hvarí USA útnyttar Ukraina til, í eini roynd at avmergja Rusland. Hetta fer kortini ikki at eydnast teimum. Rokni kortini ikki við, at nakar dugir at skilja hetta, at orsøkin til kríggið í Ukraina, hvílur fult og heilt á USA og NATO, men tann tráðin fari eg ikki at nema við í hesum innleggi.

Avgerandi spurningurin er so, hvør er so dulda skráin í øllum hurlivasanum?

Stutta svarið er, at duldar kreftir (Deep State) brúka USA til at knúsa alt niður á foldini fyri at tilogna sær yvirræði yvir allari foldini. Uppbyggingin av eini verðinskirkju og eini verðinsstjórn hevur verið undir uppbygging í longri tíđ nú, men fólk flest duga bara ikki at síggja hesi viđurskiftir.

Fólk skilja heldur ikki, at Deep State kreftirnar eru ísakaldar yvirfyri at seta kríggj í gongd fyri at røkka sínum málum, og eru samstundis líka glað um, hvørji menniskjur doyggja í teirra drápiligu atgerðum.

Kríggið í Ukraina hevur mong endamál, og skal eg líka stutt nevna tvey av hesum endamálum.

1). Kríggið hevur verið í gongd í eini 8 ár nú, men beint nú varð hetta kríggið lyft upp á hægri støði fyri at flyta fokus burtur frá brotsgerðini Covid19, hvørs sokallađu koppsetingar longu hava skatt mong og kravt milliónir mannalív. Avvarðandi stjórnir vita, at hesar brotsgerðir fara at koma fyri ein dómstól fyrr ella seinni. Við at eskalera kríggið í Ukraina, hava fólk flest longu gloymt hesi brotsverk av einum fólkamorði framdar av eitrandi sproytum.

Genocide fjalt aftanfyri hvítar kitlar!

Longu nú verður arbeitt við at avskaffa Nürnberg kotuna í eini roynd at sleppa undan revsing fyri síni óneyðugu fólkadrápini, framd gjøgnum Covid-sproyturnar. Covid19 var ongantíð nøkur sjúka, men ein FFO atgerð fyri at ræða fólk til at taka sproyturnar, sum á ongan hátt var ein vaccina, men hinvegin eitt arvafrøðiligt eksperiment við álvarsomum og deyðiligum fylgjum fyri mong, og hesi deyðsføll koma at halda áfram.

Bara í Føroyum síggja vit, at uml. 50% fleiri føroyingar eru deyðir í vetur í mun til, sum tað annars plagar at liggja á hvønn vetur. Tađ var ikki Covid19 sum var orsøkin, men sokallađu koppsetingarnar.

Tað vit nú vita er, at prikið er eitt Biovápn, sum hevur lagt í oyði immunverjuna hjá fólki. Hetta ger nú, at títtleikin á akuttum sjúkum, krabbasjúkum og øðrum avlemjandi sjúkum er øktur munandi.

Ì stuttum kann sigast, at Covid19 er eitt væl tilrættislagt fólkadráp, og sum samstundis er eitt peningarán, hvarí statskassarnir hjá avvarðandi stjórnum vóru lensaðir nærum tómir, fyri at fylla lummarnar hjá nøkrum fáum ríkum privatpersónum og privatfyritøkum. Sama skilið fór fram í FO. Bara í DK eru smáar 2000 MIA kr. lensaðar úr statskassanum orsaka av svindlaraátakinum Covid 19, ið ongantíð var ein sjúka, men ein framleidd lygn. Eisini er tað vorðið avdúkað, at tað finst eingin ”klinisk diagnosa” fyri Covid 19, tí uppspunna sjúkan var ongantíð til. Og við uppblásta krígnum í Ukraina, tosar eingin brádliga meir um Covid19, hava fólk ikki lagt hetta til merkis?

Sum tá ein gandakallur stendur á einum palli og gyklar fyri áskoðarunum. Hann flákrar við høgru hond fyri at fáa fólk at hyggja eftir høgru hond meðan hann útinnir sítt kynstur við vinstru hond fyri at fólkið ikki skal leggja til merkis, hvat tað er hann tekst við vinstru hond. Tað er júst tílík tricks vit hava upplivað líka síðani svikakynstrið Covid19 byrjaði og fram til dagin í dag, hvar ið tað framvegis heldur áfram!

2). Annað endamál við krígnum í Ukraina er, at krógva einum nýggjum átaki aftan fyri gardinurnar.

Nú er WHO í ferð við at yvirtaka eftirlitið yvir, nær WHO kann lýsa eina pandemi at vera og hartil rættindini til at tvingsilskoppseta allar landsins íbúgvar, ikki bert í danska kongsríkinum, men í øllum teimum 194 limalondini í FN/WHO, hvørs limalond noyðast at lata ræðisrættin frá sær til WHO at viðgera einhvørja pandemi. Totalt einaræði!

Yvirhøvur kann WHO loyva sær at kunngerða eina pandemi yvir alla jarðarklótuna sum tað hóvar teimum, eisini hóast eingin pandemi er. Hetta sóu vit klárt og greitt við Covid19.

Við eini slíkari avtalu í hús, fær WHO fulla valdsheimild til at tvingsilskoppseta allar íbúgvarnar í teimum 194 limalondunum.

Hendan avtalan skal eftir ætlan, fyri Danmarkar vegna, undirskrivast tann 22. maj 2022.

Eftirsum hendan avtalan fult og heilt ógildar tí donsku grundlógina, og hendan avtalan fer at opna møguleikan fyri tvungnari koppseting av øllum landsins borgarum, átti hendan avtalan farið til ”almenna hoyring” (offentlig høring), men tílíkt átak hava vit als einki frætt um, og miðlarnir eru tigandi um eitt so týðandi, samfelagsins mál.

Nú er so bert 1 vika eftir til 22. maj 2022 (Hendan grein er skriva tann 15-05-2022), men ein má undrast yvir hvussu frekt hetta er, at sníkja eina slíka avtalu ígjøgnum, inn gjøgnum bakdyrnar - uttan fólksins vitan - hyljandi við einum ræðuligum amerikonskum proxykríggi.

Eru ongar ætlanir hjá nøkrum sum helst at vakna við kaldan dreym og gera nakað við sakina? Bara at lata standa til og látast sum einki, kemur at koyra samfelagið so lúkst út av eggini.

Danska kongsríkið, írokna FO og GR, er gott og væl ávegis at ganga til grundar. Hví? Jú, tí hvørki fólkið ella sokallað stýrisvølarnir hava so mikið sum ein feril av kunnleika um Gud, skapara himins og jarðar. Skriva stendur jú: ”Fólk Mítt gongur til grundar, tí tað hevur ikki kunnskap; aftur fyri at tú hevur vrakað kunnskapin, vraki Eg teg - tú skalt ikki tæna Mær sum prestur; tú gloymdi lóg Guds tíns, tí skal Eg eisini gloyma børn tíni.” (Hos. 4:6).

Víðari lærir skriftin okkum hetta: Eg hugdi rundan um meg, og tráan mín var at vinna kunnskap og granska og leita eftir vísdómi og klókskapi og skilja, at gudloysi er dárskapur, og dárskapur vitloysi.” (Præd. 7:25).

Ja, hetta uppliva vit av sonnum sum eina sannføring í samfelagnum í hesum sokallaða ríkisfelagsskapinum: ”gudloysi er dárskapur, og dárskapur vitloysi!” Betri lýsing til hetta danska kongsríki ber ikki til at finna, - tíverri er støðan soleiðis háttað!

Ein nokk tann størsti óndskapur sum finst manna millum, er uttan iva hetta fyribrigdið: ”atlátast ikki at síggja, hoyra ella vita av - t.e. ignorera støðuna!

Avleiðingarnar av hesum svikaumførum eru næstan fullkomnar.

1). Mannarættindini eru avskaffað

2). Grundlógarrættindini eru avskaffað, tí at Grundlógin er ógildað á ólógligan hátt.

3). Kristindómurin er avskaffaður og er í dag bert eitt eiti. Sokallaði kristindómurin hjálpti sjálvur til við stríðnum og gjørdist fíggindi Guds við bíbliuni í hondini - ikki í hjartanum. (ein kristindómur sum stuðlar og verjir slíkt ið gongur fyri seg, hevur vrakað himinsins Gud, hevur vrakað Son Hansara, Jesus Kristus). (Róm. 1:32).

4). Lógloysi er vorðin ein mannarættur

5). Persónliga frælsi er avskaffað (Gal. 5:1), Grundl. § 71 (Hvussu harmonerar hetta við tvingsilskoppseting?).

Kundi gjørt listan longri, men lat hetta vera nógmikið á hesum sinni.

Tað er dárskapur at heilavaska seg sjálvan og billa sær sjálvum inn, at eingin dómur verður har longri frammi á vegnum vegna alt tað lógloysi sum er farið fram seinastu tíðina. Hesi brotsverk hava verið so grov, men har hoyrdist eingin rødd frá kirkjum og samkomum. Øll vóru púra einig í at stuðla brotsverkunum ið framd vóru.

Skriva stendur jú: ”Við tað at tú ert so harður, og hjarta títt kennir ikki angur, hópar tú tær upp vreiði á degi vreiðinnar, táið rættvísi dómur Guds verður opinberaður. ……. trongd og angist skal koma yvir hvørja menniskjasál, ið ger hitt ónda, bæði Jøda - fyrst - og síðani Grikka.” (Róm. Kap. 2 vers 5 og 9).

At siga seg vera kristin og samstundis stuðla einum fólkadrápi?

Gud viti hvønn veg fólk venda bíbliuni tá tey lesa og rannsaka skriftirnar, - ella hvussu er? Lesur nakar í skriftunum? Rannsakar nakar skriftirnar? Ella súgva fólk bara blint alt í seg, sum miðlarnir servera?

LUKAS: 13:27

Símun A. Klein