Har liggja 99 pappír í ovastu skuffuni.......

Ja, nógv pappír sum lýsa dreymar fyri Havnina liggja í skuffunum á Vaglinum.

Nú val er í hondum hava vit sæð, at fleiri uppskot verða tikin fram. Mong av hesum uppskotum verða helst ongantíð til veruleika, men verða í staðin brúkt at skapa áhuga kring egnan persón.

Dreymar eru góðir, men tað er miðvíst arbeiðið, sum má til fyri at fáa hesar dreymar, ella ein part av teimum, til veruleika. Nú ein dagin varð ein nýggj stór verkætlan frammi í fjølmiðlunum, har tekningar av nýggjum konserthúsi á Boðanesi prýddu miðlarnar.

Alt gott um visiónir og framskygdar ætlanir, tí tær skulu til fyri at flyta okkum framá, men ansast má eftir, at peningur ikki verður brúktur hissini.

At arbeiða miðvíst við ítøkiligum ætlanum er gongda leiðin. Miðbýurin er teknaður fleiri ferðir, og tíð er nú at taka samanum í hesi og øðrum verkætlanum við, so farast kann til arbeiðis eftir skipaðum leisti.

Nógvar góðar ætlanir eru settar í verk seinastu býráðssetuna og tað er at frøast um, men fokus eigur og skal vera á tí arbeiðinum, sum skal gerast í kommununi, og í minni mun á teimum, sum eru vald inn at gera arbeiðið.

Lat okkum fara til arbeiðis at skapa ein bý, borgaranum til gagns!