Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Happa og doyggj!

2013-09-05 21:58

Frá nú av fer ongin at happa! Hygg, hvat sker, tá nakrir smádreingir happa ein skalluttan mann í bíbliuni!

Í bíbliuni hoyra vit um ein mann, sum eitur Elisa. Tá Elisa ein dagin fer eini ørindi til Betel, so byrja nakrir smádreingir at happa Elisa. Hetta burdu teir ongantíð havt gjørt, tí er tað nakað, sum kann øsa Elisa og gud, so er tað happing. Hygg, hvat hendi, tá nakrir smádreingir happaðu Elisa:

23 Haðani fór Elisa til Betel. Meðan hann var á leið hagar, komu nakrir smádreingir út úr býnum; teir hildu hann fyri spott og róptu eftir honum: "Kom higar, beriskalli! Kom higar, beriskalli!"

24 Hann vendi sær á, og táið hann fekk at síggja teir, bannaði hann teimum í navni HARRANS; tá komu tvær bjarnir út úr skóginum og skræddu sundur 42 av dreingjunum. (2. Kongabók, kap.2, vers 23-24)

So næstuferð tú ætlar at happa ein skallutan mann, so hugsa teg væl um!

Hergeir Staksberg