Hanus spyr um makrelforðingar

2015-02-05 21:34

Í fjølmiðlunum hevur verið ført fram, at føroysk uppsjóvarvirkir arbeiða í hesum døgum við einari verkætlan, har makrelur verður meirvirkaður í Føroyum og seldur av landinum, sum makrelur í dós. Frammanundan hava virkini selt makrelin heilfrystan av landinum, men nú eru útlit fyri, at føroysku uppsjóvarvirkini gera stórar íløgur í meirvirking av makrelinum soleiðis, at makrelurin verður seldur av landinum í dós.

Nógv arbeiðspláss

Sambært fjølmiðlunum kemur hetta at skapa umleið 60 arbeiðspláss. Men umframt nýggju arbeiðsplássini, er tað nógv, ið bendir á, at Føroyar kunnu fáa meiri fyri hvørt kilo av makreli, tí munur er á prísunum fyri heilfrystan makrel og makrel í dós.

Um so er, at verkætlanin við niðursjóðaðum makreli eydnast, eru útlit fyri, at føroyski útflutningurin økist við hundraðtals milliónum krónum.

Tollmúrurin hjá ES

Tað vísir seg tó, at føroysku uppisjóvarvirkini hava trupult við at koma á ES- markna­ðin, tí Føroyar hava onga avtalu við ES um niðursjóðaðan makrel. Sostatt verður ein tollur á 25 % lagdur oman á niðursjóðaðan makrel. Tí hevur tað altstóran týdning fyri føroyska samfelagið, at tollmúrurin hjá ES verður avtikin. Tískil verða hesir spurning­ar settir.

1. ES hevur ein toll fyri niðursjóðaðan makrel úr Føroyum, ið er 25 %. Ætlar løgmaður at virka fyri, at tollurin verður avtikin?

2. Um so er, nær ætlar løgmaður at taka samráðingarnar við ES um tollforðingar upp?

Hanus Samró

Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin