Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hanus Samró vaskar sær í muslimskari mentan

2015-02-09 21:29

Seinastu tíðina hevur Hanus Samró virkað sum sannleikaumboð fyri innflytarar og allar muslimar í heiminum. Tað keðiliga er, at ávis fólk hava hug at taka hesar “sannleikarnar” fyri góða vøru, sjálvt um xenofobi herferðin hjá Hanus Samró ongantíð fer at umboða nakran dogmatiskan sannleika, tá hon er so full av mótsetningum og byggir á eina so extrema simplifisering av, hvat tað er at vera menniskja.

Lat tað vera greitt frá byrjan, at eg ikki umboði nakran átrúna ella politiskan lit. Eg havi bara áhuga í at koma so tætt sannleikanum sum gjørligt.

Hanus bæði drekkur og vaskar sær í islamiskari mentan

Hanus sigur m.a.: ... eg eri sannførdur um, at vit skulu vera varin við muslimum, flóttafólkum og øðrum innflytarum, ið ikki hava somu mentan sum vit.”

Lat meg taka eitt dømi úr rúgvuni: Kristian Blak og Sharon Weiss eru bæði innflytarar. Sharon Weiss er eisini jødi, sum sambært Hanus tískil er eyka farlig, tí hon lýkur tveyav vandakriteriunum. Sambært Hanus mugu vit ansa eftir fólki sum Kristian og Sharon, tí tey umboða aðra mentan og eru innflytarar. Tað tragikomiska við útsøgnini hjá Hanus er, at bæði Kristian og Sharon hava ríkað mentanarlívið í Føroyum meir enn flestu onnur fólk nakrantíð fara at megna.

Víðari kann eg fortelja Hanus, at hann helst bæði drekkur og vaskar sær í muslimskari mentan dagliga. Tað sigst nemliga, at ein Khaled úr Etiopia var tann fyrsti at bryggja kaffi, og tað vóru arabarar, sum byrjaðu at framleiða og útflyta kaffi. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so vóru tað eisini arabarar, sum fullfíggjaðu uppskriftina til sápu, sum vit kenna tað í dag.

Somuleiðis kann eg greiða frá, at uttan muslimar høvdu vit ikki havt nakran Helga Dam Ziska at reypa okkum av, tí talv soleiðis sum vit kenna tað stavar úr Persia.

Jú, vit hava faktiskt nógv til felags við muslimar

Víðari sigur Hanus Samró: “Eg fari valla skeivur, tá ið eg sigi, at ein stórur partur av føroyingum eru samdir við mær, tí vit hava einki til felags við muslimarnar.”

Tað eru uml. 1.500.000.000 muslimar til í heiminum. At pástanda, at føroyingar onki hava til felags við 1.5 mia. fólk -samstundis sum viðkomandi helst drekkur og vaskar sær í muslimskari mentan dagliga – er smákiksað. Tað verður seinur dagur, at eg taki undir við at redusera 1.500.000.000 menniskju til eina pest, tí tey hava eina aðra trúgv. Tak Mouldi og Nordin sum dømi. Báðir koma úr Tunis, har uml. 98% av fólkunum eru muslimar. Teir eru báðir býarmyndir í Tórshavn. Og eg trúgvi neyvan, at teirra børn taka undir við, at teir báðir eru farligir fyri tað føroyska samfelagið.

Somuleiðis eri eg umleið 99.9% sikkur uppá, at Hanus sjálvur hevur okkurt til felags við ein ávísan muslim. Um mann fylgir við á portalinum, so hevur mann helst lagt til merkis, at Hanus er Manchester United fjeppari. Tað smá komiska við tí er, at Marouane Fellaini spælir við Manchester United og hann er: TADA! Muslimur! Hetta merkir, at Hanus faktiskt er á sama liði sum ein muslimur.

Ella hvussu við Zlatan Ibrahimovic, sum nú er stoltleikin hjá Svøríki og ein av heimsins bestu leikarum? Kann tað passa, at hann er eitt úrslit av at taka flóttafólk til landið?

Stutta av tí langa: Tað er ókul at generalisera 1.500.000.000 fólk vegna átrúna. Somuleiðis er tað eisini ófeitt at generalisera allar innflytarar og øll fólk við aðrari mentan.