Hanus: Marknagilsepilin skal halda tíðarætlanina

2015-01-21 19:19

Í fjølmiðlunum hevur verið víst á, at arbeiðið við Marknagilsdeplinum hevur verið darvað, tí eftirlitið hjá Landsverki gjørdist varugt við, at tveir veggir vóru stoyptir ov smælir. Tað hevur ført við sær, at stóra byggiverkætlanin hevur verið órógvað seinastu tveir mánaðirnar, og helst fer hetta at ávirka byggiverkætlanina.

Ótolandi hølisumstøður

Eingini ivi er um, at tørvurin eftir nýggjum miðnámsskúla er átrokandi neyðugur, tí hølisumstøðurnar mugu metast – fyri at siga tað milt - at vera ótíðarhóskandi. Serliga hava tað verið trupulleikar við blámusoppi, ið hava darvað skúlagongdina, tí fleiri næmingar hava liðið undir ymiskum ovurviðkvæmi.

Seinastu árini hava næmingarnir tó livað undir fyribilsloysnum, har fyribilsskúla­stovur hava verið settar upp, men tað hevur verið við tí fyri eyga, at nýggjur Markna­gilsdepil skuldi standa klárur fyrsta skúladag í 2016. Tí má tað metast at vera óheppið, at byggiverkætlanin hevur verið darvað seinastu tveir mánaðirnar.

Kostnaðarætlanini skal halda

Tað kemur mest sannlíkt at ávirka byggiverkætlanina, og har við eisini kostnaðar­ætlan­ina, tí um so er, at tryggingin hjá projekteringsfelagnum ikki rindar fyri seink­ingarnar, verður lands­stýrismaðurin noyddur at koma í Løgtingið við einari eyka­játtan. Tað kann hava ávirkan á tíðarætlanina, tí Løgtingið hevur gjørt greitt, at Marknagilsdepilin skal vera klárur til fyrsta skúladag í 2016. Tí havi eg sett landsstýrismanninum í landsstýrimanninum niðanfyri settu spurningar:

1. Arbeiði við Marknagilsdeplinum hevur verið darvað seinastu tveir mánaðirnar. Hvørja ávirkan hava seinkingarnar á tíðarætlanina?

2. Verður Marknagilsdepilin klárur til skúlabrúks í 2016?

3. Heldur kostnaðarætlanin fyri Marknagilsdepilin?


Hanus Samró

Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin