Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hanus Samró dregur blankt

2013-08-16 22:22

<b>Góði Hanus! Hatta var ein stór kanón - men har er einki krút </b>

Góði Hanus!

Mann má siga, at tú dregur blankt í politisku debattini fríggjadagin. "Sjúrður Skaale ein trojanskur hestur" proklamerar tú. Einki minni. Í yvirskriftini.

Ein trojanskur hestur er ein, sum lumpar síni egnu og umboðar fíggindan. Tú sigur altso, at eg í veruleikanum arbeiði fyri ES í sildastríðnum.

Tað er ikki hissini ákæra.

Men tá tú skalt royna at seta skorðar undir tín ógvusliga pástand - so hevur tú ongar. Alt hongur í leysum lofti.

Tú sigur, at eg "sái iva og mistreysti". Orsøkin er, at eg havi sett nakrar viðkomandi og sakligar spurningar við landsstýrisins handfaring av stríðnum við ES. Tað haldi eg vera neyðugt, skulu vit ikki gera - ella endurtaka - mistøk. Ikki at seta spurningar við tað, vit gera, styrkir ikki okkara støðu.

Tú sigur, at eg haldi tað vera "týdningarmiklari at vinna almenna rúmið enn at stríðast við samráðingarborðið". Eg haldi almennu umrøðuna hava týdning, tí hon ávirkar tey, sum taka avgerðirnar. Men at hon hevur størri týdning enn at "stríðast við samráðingarborðið" havi eg aldrin sagt.

Tú sigur, at vit mugu ikki blanda stýringina av okkara egnu fiskivinnu upp í stríðið við ES. Eg haldi spurningin um, hvussu vit umsita tey eyka tonsini vit skriva okkum, verða alneyðugan at umrøða innanhýsis í Føroyum. Men eg havi aldrin blandað hetta upp í sjálvt stríðið við ES.

Tú hartar meg fyri at hava nevnt, at prísurin á pelagiskum fiski er sera lágur í løtuni og sigur, at vit skulu bíða við at kjakast um hvørt "vit skulu hava tilfeingisgjald, uppboðssølu ella einki" til í heyst ella komandi ár. Men í næsta setningi vilt tú kortini hava meg at greiða frá "Hvussu lági prísurin samsvarar við uppboðssøluna".

Eg vildi fegin svarað - men eg skilji ikki spurningin. "Samsvarar við uppboðssøluna?" Hvat meinar tú?

--

Hetta var so tað, sum skuldi gera meg til ein "trojanskan hest"... Heldur tú sjálvur, at tað hongur saman?

Eg havi alt ov ofta, tá eg havi skrivað eina grein í sinnismuni, verið ov skjótur at trýsta á "send". Seinni havi eg ásannað, at míni álop hava verið ov ógvuslig - og angrað tað, eg segði.

Eg vóni tú eisini ásannar, at tú ikki hevur nóg mikið av krúti til at skjóta við so stórari kanón. At tú nýtir eina yvirskrift, sum einki grundarlag er fyri.

Eg havi gjørt alt, sum eg uppá nakran máta havi kunnað, til tess at verja støðu Føroya og umboða Føroyar á virðiligan hátt í hesum málinum. Ofta í tøttum samskifti við landsstýrið og tess umsiting.

At taka ávís viðurskifti upp alment - viðurskifti sum gera, at vit eru fyri atfinningum uttanlands - er ein partur av hesum sama: At styrkja okkara støðu.

Teir leiðarar, sum bara hava ryggklapparar rundan um seg, ganga seg altíð í óføri.

Sjúrður Skaale