Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Hanna og Ingolf tykjast vera politiskt motiverað í sbv. løgfrøði á Setrinum

2019-03-18 10:02
Útbúgvingarpolitikkur - 

Nýggja landsstýriskvinnan í skúlamálum, Hanna Jensen, varð spurd av Kringvarpi Føroya um fleiri av kritikkpunktunum hjá mær vegna Sambandsflokkin í sambandi við vantandi samsvarið millum útbúgvingarútboðini á Fróðskaparsetrinum og tørvin hjá føroyska samfelagnum og vinnulívinum. 

Eg vísti á, at tað eru uml. 70 føroyingar, sum lesa løgfrøði í Danmark, og tað tykist á summum, sum at tað er ringt at fáa arbeiði sum løgfrøðingur í Føroyum í dag. Greinin hjá mær er at lesa her: Útbúgvingar á Setrinum samsvara ikki við tørvin í samfelagnum

Landsstýriskvinnan vísti í samrøðuni við Kringvarpi á, at løgfrøði var ein týdningarmikil samfelagsberandi útbúgving, og tí skuldi tann útbúgvingin bjóðast út. Um tað er grundin, hví verður sálarfrøði, medisin, sosiologi, antropologi og annað týdningarmikið samfelagsberandi so ikki eisini boðið út á Setrinum? Har eru í hvussu so er fleiri føroyingar, ið lesa tær útbúgvingarnar í Danmark, sum tykist vera høvuðsgrundin til heldur simplu tørvsanalysuna hjá landsstýriskvinnuni, hví Setrið skal útbúgva júst løgfrøðingar.

Sannleikin er nokk at finna í viðmerking frá Ingolfi S. Olsen á hansara facebook-vanga, har hann meinar, at tað eru ov nógvir danskt skúlaðir løgfrøðingar í Føroyum. Trupulleikin hjá honum er, at hesir virða grundlógina, tá ið stjórnarskipanin skal tulkast. Hann skrivar:

“flestu okkara løgfrøðingar eru útbúnir, nevniliga í Danmark. Tað er ikki so løgið, men av somu orsøk ber illa til at fáa í lag kjak um til dømis føroyska stjórnarskipan, uttan at alt fyrst skal vigast við einum donskum løgfrøðibismara hangandi niður úr donsku grundlógini.”

Á henda hátt leypur Ingolf S. Olsen á allar danskt útbúnu løgfrøðingar í Føroyum, samstundis sum hann politiserar teirra fakligu løgfrøðiligu vitan, og tí kundi hann hugsað sær at brúkt Setrið til at gera nakrar aðrar løgfrøðingar.

Tí er mín illgruni, at valið av júst løgfrøði á Setrinum er meiri politisk motiverað enn fakliga væl grundað. Hanna Jensen vil hava tjóðveldisjura á skránna, og tað verður væl stuðlað av Ingolfi S. Olsen og Tjóðveldinum, sum eisini tosar um at yvirtaka dómsvaldið, sum bæði er fíggjarliga dýrt og fer at vera ein smeitur fyri okkara rættarsamfelag.

Setrið eigur at bjóða útbúgvingar og gransking á hægsta altjóða stigi
Um hugt verður í seturslógina, er uppgávan hjá Setrinum at “grunda frálæru á gransking og veita frálæru á hægsta altjóða stigi”. Stovnurin skal tryggja samanhang millum gransking og útbúgving og tryggja samfelagsligar raðfestingar og samfelagslig fyrilit.

Sum víst var á í mínum fyrra skrivi, sum er stuðlað av tilmælinum frá uttanveltaða serfrøðingarbólkinum, sum eftirmetti útbúgvingarnar á Setrinum í 2013-2014, fer eitt so avmarkað universitet sum Setrið ikki at kunna bjóða frálæru á gransking innan jura, medisin, sálarfrøði v.m. á hægsta altjóða støði. Um vit til dømis taka løgfrøði, er heldur einki granskingarumhvørvi í Føroyum, tí har er so at siga einki serføroysk at granska í.

Vit eru partur av einari norðurlendskari rættarsiðvenju. Tað fer tí bert at vera undirvíst í vitan, sum viðurkend universitet í okkara grannalondum longu hava framleitt. Løgfrøði í Føroyum er stórt sæð bert týðing av serliga donskum, sum byggir á norðurlendskar rættarsiðvenjur – og tað vil Ingolf S. Olsen hava okkum at skilja okkum frá?

Um ein verulig útbúgving innan løgfrøði skal hava ein livandi kjans at fóta sær í Føroyum, skal Setrið hava førandi og altjóða viðurkendar granskarar innan eina røð av løgfrøðiligum disiplinum, sum konstant granska rættarstøðuna og allatíðina framleiða nýggja løgfrøðiliga vitan á altjóða støði og á tann hátt vera altjóða kappingarført við stór norðurlendskt universitet. Og tað kostar nógvar pengar og krevur nógvar granskarar!

Setrið kann ikki samanberast við útlendsk universitet
Útlendski serfrøðingabólkurin segði eisini, at tað ber ikki til at samanbera Setrið við lærdar háskúlar uttanlands. Føroyar eru eitt ov lítið land við ov avmarkaðum møguleikum. Setrið átti tí at havt eitt nógv tættari samstarv við vinnulívið, og tí varð mælt til at finna tað, sum føroyingar vóru bestir til, soleiðis at føroysk og útlendsk lesandi í størri mun fara at velja Fróðskaparsetrið framum útlendskar lærustovnar.

Tí var niðurstøðan hjá bólkinum, at Fróðskaparsetur Føroya fer ikki við síni avmarkaðu stødd at vera førandi innan nógv øki. Bólkurin mælti tí til at finna fram nissjur, ið eru serliga viðkomandi fyri Føroyar, og sum Fróðskaparsetrið kann verða altjóða førandi innanfyri. Tað kundi til dømis verið kandidatútbúgving innan fiskivinnu, sum tey hava á universitetinum í Tromsø mat, ferðavinnu og sniðgeving og líknandi, ið kann vera serføroyskt.Samrøða við forkvinnuna í nevndini, professara og fyrrverandi rektara á viðurkenda universitetinum í Keypmannahavn, Lindu Nielsen, er at finna her: Skal verða lættari at lesa uttanlands og tilmælið er at finna her: Evaluering af Fróðskaparsetur Føroya

Nissjur merkir ikki bert meistaralæra í Føroyskum
Tað er heilt ófatiligt, at nýggja landsstýriskvinnan í skúlamálum í samrøðuni við Kringvarpið skilti tilmælið frá serfrøðingabólkinum viðvíkjandi nissjum sum tað at hava meistara-útbúgving í Føroyskum og útbúgvingar á Søgu- og Samfelagsdeildini, ið viðgera føroyska søgu og føroyskt samfelag.

Hetta er fullkomiliga við síðurnar av og hevur lítið og onki við nissjurnar at gera, sum serfrøðingabólkurin mælti til. Mann ivast í, um Hanna Jensen sum landsstýriskvinna í skúlamálum yvirhøvur hevur sett seg ordiliga inn í tingini, áðrenn hon úttalar seg alment og góðkennir útbúgvingar.

Hví ikki heldur eggja okkara ungdómi til at nema sær tær bestu útbúgvingarnar frá viðurkendum universitetum uttanlands innan t.d. medisin, psykologi, stjórnmálafrøði, búskaparfrøði og jura?

So kann Setrið fylgja tilmælinum frá serfrøðingabólkinum viðvíkjandi nissjum. Á tann hátt kundi Setrið í tøttum samstarvi við almenna og privata geiran í Føroyum skraddarseyma kappingarførar útbúgvingar til føroyska samfelagið á hægsta altjóða stigi, har sannlíkindini fyri viðkomandi størvum aftaná lesturin eru munandi betur. Á tann hátt kann Setrið enntá fáa útlendsk lesandi at velja Føroyar, sum ætla at útbúgva seg innan fyri fiskivinnu, alivinnu ella okkurt annað, har Fróðskaparsetrið kann vera førandi í altjóða høpi.

Nei, tvøran heldur, so letur landsstýriskvinnan seg heldur draga av nationalromantikki um onkra føroyska rættarsiðvenju, sum skal skilja seg frá tí norðurlendsku, samstundis sum hon er við til at føra okkara ungdóm út í akademiskt arbeiðsloysi. Harmiligt!

Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri einum førandi universiteti
Um Sambandsflokkurin fer at umsita skúlamál aftaná komandi løgtingsval, verður miðað ímóti at broyta hesa raðfesting, soleiðis at føroyskur ungdómur fer at ganga á einum Fróðskaparsetri, har samanhangur er millum gransking og útbúgving á hægsta altjóða støði við útbúgvingarligum raðfestingum í mun til tørvin hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og vinnulívinum.

Tað handlar um útbúgvingarligan kvalitet - ikki útbúgvingarligan kvantitet!

Johan Dahl

RN