Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hálva milliard í KT-útflutningi í 2025

2019-08-20 10:45

HÁLVA MILLIARD Í KT-ÚTFLUTNINGI Í 2025 

Magni Arge, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi, er vertur fyri vinnupolitiska tiltakinum í hølunum hjá Tjóðveldi í Niels Finsensgøtu 16 mikukvøldið 21. august kl. 19.00. Tiltakið snýr seg um at menna kunningartøkni sum vinnugrein, so hon røkkur 500 mió. kr. í útflutningsvirði í 2025.

Fleiri KT-fyritøkur halda til í húsinum, har Radiohandilin var, og ein teirra gjørdi ein 3-siffraðan millióna sáttmála við eitt altjóða reiðarí herfyri. Vit frætta um hetta og onnur frambrot á altjóða KT-marknaðinum.

Tveir veteranar í KT-vinnuni, Ólavur Ellefsen og Hans Blaasvær, geva boð uppá, hvat skal til fyri, at KT-vinnan kann økja útflutningsvirðið upp í hálva milliard, so kunningartøkni verður fjórða útflutningsvinnan aftrat fiskivinnu, alivinnu og ferðavinnu.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

SKRÁ

19.00: Magni Arge bjóðar vælkomin og greiðir frá vinnupolitiskum perspektivum
- Ólavur Ellefsen: Globe Tracker - størsta KT-gjøgnumbroti
ð í útflutningi
- Gannet-skipanin - ment i Føroyum og seld um allan heim - Hans Blaasvær. Masterútbúgving og praktiskar royndir gera munin
-Kjak: Kann KT-vinnan gerast fjórða útflutningsvinnan við hálvari milliard í virði?
19.25:Tikið verður samanum

https://www.facebook.com/events/522706265220293/