Halt kjaft, tín rasist!

2015-01-09 20:49

Tað er aftursvarið, tá eg grundgevi fyri, hví eg eri varin við flóttafólkum. Síðan løgmaður í nýggjarsrøðuni boðaði frá, at Føroyar áttu at tikið ímóti fleiri flóttafólkum, hava Føroyar verið á gosi. Sosialu miðlarnir kyknaðu skjótari enn nøkur nýggjársrakett.


Ein avbjóðing

Humanistarnir grundgóvu beinanvegin fyri, hví Føroyar áttu at tikið ímóti fleiri flóttafólkum, meðan hin varni og afturhaldssinnaði vongurin grundgav fyri, hví vit mugu vera varin, tá tosað verður um flóttafólk. Flóttafólkini hava sæð og upplivað so nógv ræðuligt, og um vit taka ímóti teimum við opnum ørmum, skulu vit ikki bara hava tilbúgving til tey reint fysiskt, men eisini sálarliga. Tey skulu ikki bert hava tak yvir høvdið, men hava atgongd til allarbestu sálarfrøðiligu hjálpina. Tað er ikki hissini avbjóðing.

Tey skulu hava hjálp 


Sum framkomið land skulu vit gera okkara skyldu í altjóða samfelagnum. Vit skulu hjálpa teimum, ið eru í neyð. Men tað er ikki einsmerkjandi við, at vit skulu taka ímóti flóttafólkum frá fjarskotnum londum, sum vit ikki hava nakað beinleiðis tilknýti til. Tað veri seg mentan, mál ella átrunaður v.m. Heldur skulu tey hjálpast so nær at landinum sum møguligt, tí vit mugu ganga út frá, at teirra størsta ynski er at sleppa heim aftur. Tí átti løgtingið heldur at økt játtanina til neyð- og menningarhjálp. Tað er veruliga nakað, sum munar.

Vit mugu vera varin 


Tað er trupult at koma við nøkrum konstruktivum, tí so skjótt sum vit grundgeva fyri varsemi, verða vit skírd fyri at vera rasistar. Fasistar. Og tað, sum verri er. Men vit eru hvørki rasistar ella fasistar: Vit eru føroyingar. Vit vilja hjálpa teimum, ið hava tørv á hjálp, men vit meta ikki, at vit hjálpa teimum við at lova teimum til Føroya. Tað er eisini boðskapurin frá Føroya fólki. Sambært veljarakanningini á Vágaportalinum vildu 82 % av teimum spurdu ikki hava flóttafólk til Føroya. Og tað er eisini mín erliga meining.

Men tað endar helst við, at eg verði skírdur fyri at vera rasist, tí eg eri samdur við 82 % av landinum.

Hanus Samró
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin