Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Halla Samuelsen: Býráðið hevur samtykt Musikkskúla í Sortudíki

2014-04-30 21:31

Musikkskúlin hevur verið mítt hjartamál og havi eg arbeitt fyri at fá ein nýggjan Musikkskúla líka síðan eg kom í býráðið. Tí harmar tað meg sera nógv, at byggingin av nýggjum Musikkskúla nú í longri tí hevur verið á “stand by.” Orsøk til hetta er millum annað, at fyrireikingarnar hava tikið longri tíð enn væntað, men eisini tí, at nakrir býráðslimir hava verið frammi við, at teir ivast í um staðsetingin í Sortudíki er tann rætta, og at Musikkskúlin verður ov dýrur at byggja har.

Í desember í fjør bleiv tað einmælt samtykt, at fíggjarkarmurin fyri at byggja Musikkskúla í Sortudíki, er uppá 67 mio.kr.

At byggja ein Musikkskúli er ikki tað sama sum at byggja ein vanligan skúla, har eru nógv viðurskifti at taka hædd fyri. Serligan dent havi eg lagt á, at akustisku viðurskiftini í skúlanum eru í lagi. Hetta er ein íløga, ið er sjálvsøgd til ein Musikkskúla, so lærarar og næmingar kunnu fáa mest nyttu burturúr. Hetta setir serlig krøv til byggingina, og tí er einki løgi í, at tað er dýrari at byggja ein Musikkskúla enn ein vanligan skúla.

Eri bangin fyri, at halda vit ikki fast við núverandi ætlan í Sortudíki, men fara at flyta Musikkskúlan á annað stað, og ikki kunnu nýta núverandi ætlan á tí staðnum, so koma vit at bíða leingi afturat til vit fáa ein Musikkskúla.

Vit, allir býráðslimir hava til hvørt val skrivað greinar upp og niður og lovað okkara børnum, foreldrum og lærarum ein nýggjan Musikkskúla, tí verandi hølisumstøður eru ótíðarhóskandi og forðar fyri víðari menning.

Haldast eigur tí fast við gjørdar býráðssamtyktir um Musikkskúlan í Sortudíki og ta frálíka prosjektið, sum fyriliggur, og fara í gongd við at byggja Musikkskúlan í Sortudíki sum skjótast.

Halla Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð.

(Lagt út á Lesaran: L.Láadal)