Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hægri pensjón, smidligur pensjónsaldur og styrkt haldføri

24. apríl 2018 var ein søguligur dagur á Føroya Løgtingi. Tí við stórum meiriluta varð pensjónsnýskipanin umsíðir samtykt. Talan er um eitt stórt framstig fyri føroyingar og serliga fyri pensjónistar í Føroyum, sum fáa eina skipan, ið hækkar pensjónina, ger tað meira fíggjarliga áhugavert at arbeiða eftir pensjónsaldur, og styrkir fíggjarliga haldførið undir vælferðarsamfelagnum.

Politiska skipanin hevur í áratíggir vitað at alneyðugt er við eini pensjónsnýskipan, men ikki fyrr enn nú verður henda framd í verki. Vanliga verður sagt at tað er í ringum tíðum at møguligt er at fremja nýskipanir og stórar broytingar í samfelagnum, men samgongan hevur – saman við Sjálvstýri – prógvað, at tað væl ber til at fremja mál, ið leggja nýggjar og tryggar samfelagslunnar, sjálvt í bestu tíðum.

Avbjóðingin – mugu tryggja vælferðarsamfelagið yvir tíð

Komandi árini fara vit frá at vera 6-7.000 pensjónistar til at gerast umleið 12.000 pensjónistar í Føroyum. Hetta er bæði gott og gleðiligt. Orsøkin er, at stórir árgangir í hesum døgum og komandi tíðina gerast pensjónistar, samstundis sum livialdur tíbetur hækkar í hvørjum. Tá fólkapensjónin í sínari tíð varð sett í verk, og pensjónsaldur á 67 ár varð ásettur, var miðallivialdur sum føroyskur pensjónistur 3-4 ár. Í dag er hesin 18-19 ár, og skjóttvaksandi. Í nærmastu framtíð væntast vit at hava livað 22 ár í miðal sum pensjónistar. Eisini hetta er bæði gott og gleðiligt. Men tá vit bæði gerast tvífalt so nógvir pensjónistar og vit liva munandi longur sum pensjónistar, samstundis sum talið av føroyingum á arbeiðsmarknaðinum ikki veksur í sama mun, verður trupult at tryggja øllum eina góða pensjón, trygt heilsuverk og munagóða eldrarøkt í framtíðini. Hesa avbjóðing hevur politiska skipanin skyldu at loysa. Tíverri hevur hetta ikki eydnast – fyrr enn nú. 

Drúgvar og umfatandi samráðingar

Tað hevur stóran týdning at ein pensjónsskipan ikki verður broytt í heilum, tí fólk skulu kenna seg trygg við, at skipanin er støðug. Vit hava tí frá nærum fyrsta degi hjá samgonguni sett okkum fyri, at gera tað sum vit kunnu fyri, at fáa breiða politiska semju um pensjónsnýskipanina. Fíggarmálaráðið og Almannamálaráðið  hava tí havt ótalligar fundir við umboð fyri allar flokkar á Løgtingi og síðan aftur við leiðslurnar í øllum flokkum á Løgtingi, í fleiri umførum, fyri at tillaga pensjónsnýskipanina soleiðis, at allir flokkar kundu kenna seg aftur í nýskipanini.

Stór undirtøka fyri pensjónsnýskipanini

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn, Sjálvstýri og uttanflokkatingfólkini Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksafoss, tóku at enda undir við pensjónsnýskipanini. Eisini hóast hvørt einstakt tingfólk uttan iva kundi ynskt sær okkurt øðrvísi. Soleiðis vil altíð verða, tá tey 6 lógaruppskotini í stóran mun vórðu orðað og tillagað soleiðis, at øll kundu kenna seg aftur í onkrum, og soleiðis at ein enn breiðari semja kundi finnast. Av andstøðuflokkunum ynskti Fólkaflokkurin ikki at taka undir við størru broytingunum, eisini hóast flokkurin, tá hann var í samgongu gekk á odda at mæla til hækkaðan pensjónsaldur og størri mótrokning í fólkapensjónini. Hinvegin vildi Sambandsflokkurin vera við í samráðingunum til tað seinasta. Fleiri ítøkilig semjuuppskot vórðu enntá gjørd, ið partur av Sambandsflokkinum tók undir við, men sum leiðslan tíverri vrakaði tá alt kom til alt. Heldur enn at møtast á miðjuni varð ført fram, at fekk flokkurin ikki øll síni ynski við tá umræður fólkapensjónina, so varð ongin semja. Sjálvstýri valdið tíbetur at vera við frá byrjan til enda, og fekk tí eisini stóra ávirkan á endaligu pensjónsnýskipanina.

Pensjónsnýskipan – tvær skipanir frá 2020

Fyri at tryggja, at fíggjarligu fyritreytirnar hjá verandi pensjónistar ikki verða grundleggjandi broyttar, er pensjónsnýskipanin býtt í tvey. Nýskipanin í síni heild kemur í gildi fyri øll, ið gerast pensjónistar frá 1. januar 2020 og framyvir.

Verandi pensjónistar og øll, ið gerast pensjónstar til og við 31. desember 2019, verða verandi í núverandi pensjónsskipan. Tó eru 3 broytingar í mun til verandi skipan, ið geva verandi pensjónistum betri umstøður. 1. Hækkað útgjald úr Samhaldsfasta (um 1.600 kr. um mánaðin áðrenn skatt). 2. Árlig prístalshækking av øllum pensjónsveitingum (eisini grundupphædd). 3. Møguleiki fyri at velja millum at strika mótrokning millum hjún ella at varðveita mótrokningina.

Pensjónsnýskipanin er grundað á 6 lógir – 3 úr Fíggjarmálaráðnum og 3 úr Almannamálaráðnum – ið samanlagt hava til endamáls at røkka 3 yvirskipað mál:

1.       Pensjónistar meira at liva fyri

Allir verandi pensjónistar umframt komandi pensjónistar, ið ikki hava sera høgar inntøkur við síðuna av pensjónini, fáa góðar 1.000 kr. meira í pensjón um mánaðin eftir skatt. Hetta vegna hækkað útgjald úr Samhaldsfasta á umleið 1.600 kr. um mánaðin áðrenn skatt.

Eisini verður sokallað javningarlóg sett í verk, ið tryggjar, at framyvir verður fólkapensjónin (íroknað grundupphædd) prístalshækkað. Harvið vil grundupphæddin ikki longur vera fastfryst, men fer at hækka á nærum hvørjum ári. Hetta er eitt frambrot, tí í dag er ongin prístalshækking av fólkapensjónini.

Undantøkini í verandi eftirlønarlóg verða hartil nærum øll strikað. Í dag er tað soleiðis, at øll, ið eru av arbeiðsmarknaðinum í tíðaravmarkað tíðarskeið, t.d. vegna barsil, arbeiðsloysi, heima vegna barn sum ber brek ella vegna eldri foreldur, ið hava tørv á hjálpandi hond, ella eru í tillagaðum starvi - hesi fáa í dag ikki eftirløn av tí gjaldi tey fáa úr barsilsskipan, ALS ella frá Almannaverkinum. Hetta verður í sambandi við pensjónsnýskipanina broytt soleiðis, at eftirlønargjald upp til 12% verður lagt afturat útgjaldinum. Hetta vil tryggja at ongin dettur niðurímillum, og ongin fær lægri pensjón, bert tí tey eru av arbeiðsmarknaðinum í parti av lívi teirra.

TALVA: Pensjónsinntøka pr. mánaða eftir skatt, í nýskipan í mun til í dag, í mun til aðra ársinntøku

Inntøka (ár)

0

60.000

75.000

100.000

120.000

135.000

150.000

175.000

200.000

225.000

250.000

275.000

300.000

400.000

500.000

Inntøka (mð)

0

5.000

6.250

8.333

10.000

11.250

12.500

14.583

16.667

18.750

20.833

22.917

25.000

33.333

41.667

Støk 2017 (mð)

10.284

13.459

13.203

13.733

14.156

14.474

15.194

16.517

17.785

19.004

20.223

21.441

22.584

27.043

31.503

Støk 2020 (mð)

11.313

14.488

14.970

15.772

16.372

16.791

17.210

17.908

18.606

19.221

19.868

20.537

21.206

24.316

28.775

Munur (mð)

1.029

1.029

1.766

2.039

2.216

2.317

2.016

1.391

822

218

-354

-904

-1.378

-2.727

-2.727

 

2.       Fíggjarligur fyrimunur at arbeiða eftir pensjónsaldur

Fyri tey ið gerast pensjónistar eftir 1. januar 2020 fer at bera til at útseta pensjónina, um ynskt verður at halda áfram at arbeiða, og heldur fáa hægri pensjón tá farið verður á pensjón. Fyri hvønn mánað sum tú útsetir pensjónina veksur pensjónin. Fyri hvønn mánað tú útsetir pensjónina, fært tú hægri grundarupphædd og viðbót tá tú velur at fáa pensjón útgoldna.

Eisini verður mótrokningin í pensjónsviðbótini lagaligari fyri pensónistar í nýskipanini eftir 1. januar 2020, ið velja ikki at útseta pensjónina. Harvið verður tú ikki ov ógvusliga mótroknaður í almennu pensjónini – so sum støðan annars er í dag viðvíkjandi pensjónsviðbótini. Mótroknað verður í dag við 60% í pensjónsviðbótini, meðan henda mótrokning í pensjónsnýskipanini lækkar niður í 40%. Samstundis verður eisini mótroknað lagaliga í grundarupphæddini við 25%, men bert um tú hevur inntøku omanfyri 60.000 kr. afturat pensjónini. Tú skalt heilt uppá inntøku á 19.350 kr. um mánaðin við síðuna av pensjónini, áðrenn tú ikki fært grundupphædd útgoldna, og heilt upp á inntøku á 31.300 kr. um mánaðin við síðuna av pensjónini, áðrenn tú ikki fært grundupphædd ella viðbót útgoldna. Og tá fært tú framhaldandi fult útgjald úr Samhaldsfasta, sum frá 2019 fer at vera heilar 5.600 kr. um mánaðin. 

Mótrokning millum hjún verður hartil strikað í pensjónsnýskipanini, soleiðis at framyvir verður makin ikki mótroknaður í mun til inntøkuna hjá makanum. Verandi pensjónistar fáa eisini møguleika fyri at velja at strika mótrokning millum hjún.

3.       Haldførið og vælferðarsamfelagið styrkt

Tað er okkara ábyrgd at tryggja eitt sterkt vælferðarsamfelag, ikki bert í dag, men eisini í framtíðini. Meðan vit í dag eru umleið 4 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, so gerast vit umleið 2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist í nærmastu framtíð. Skal eydnast at tryggja øllum eina góða pensjón, trygt heilsuverk og munagóða eldrarøkt uttan at økja skattatrýstið á tey, ið eru á arbeiðsmarknaðnum, og uttan at leggja munandi økt brúkaragjøld á vælferðartænastur, er neyðugt við pensjónsnýskipanini. Serliga er tað hækkaði pensjónsaldurin og mótrokningin í størri parti av almennu fólkapensjónini, ið betrar langtíðar fíggjarliga haldførið. Samanlagt verður mett, at fíggjarliga haldførið betrast av pensjónsnýskipanini við tí, ið svarar til knøpp 4% av BTÚ komandi árini. Hetta er umleið helvtin av tí haldførisavbjóðing, ið Búskaparráðið hevur mett, at Føroyar hava yvir tíð. Harvið ger pensjónsnýskipanin góðan mun.

Betraða haldførið ger tað í størri mun møguligt hjá landi og kommunum at veita borgarum góðar vælferðartænastur í framtíðini, uttan at økja skattatrýstið.

Smidligur pensjónsaldur – útsett ella framskundað pensjón

Kanska tað størsta framstigið við pensjónsnýskipanini er, at pensjónsaldurin gerst meira smidligur. Tað verður soleiðis at tú í nógv størri mun kann velja at fáa pensjón í mun til støðuna hjá tær.

Pensjónsaldurin hækkar varliga við 6 mánaðum í 2025 og aftur við 6 mánaðum í 2030, umframt at sokallað livitíðarindeks verður sett í verk.

Harumframt verður møguleiki fyri pensjónistar eftir 1. januar 2020 at velja millum útsetta og framskundaða pensjón. Hetta er millum annað ásannandi at meira enn helvtin av pensjónistum, sum eru 68 ár í dag velja at arbeiða og hava inntøku svarandi til fulltíðararbeiði (í miðal 22.-23.000 kr. um mánaðin). Partar av hesum kundu kanska valt útsetta pensjón. Hetta er eisini ásannandi at umleið ein fjórðingur av teimum, ið eru 66 ár eru fyritíðarpensjónistar í dag. Partar av hesum kundu kanska valt framskundaða pensjón.

Velur tú ”framskundaða pensjón” er talan um pensjón svarandi til miðal fyritíðarpensjón. Velur tú ”útsetta pensjón” útsetir tú tíðspunktið fyri nær tú fært pensjón, men afturfyri hækkar pensjónsútgjaldið, tá tú velur at fáa hetta útgoldið. Útsetan í 10 ár gevur dupult so høga almenna pensjón. Leysliga kann tí sigast, at fyri hvørt ár, ið tú velur at útseta pensjónina, svarar hetta til umleið 10% hækking av almennu pensjón tíni.


Frá flatskatti til stigvaksandi pensjónsskatt

Pensjónsnýskipanin gevur hartil upp í 25% pensjónsskattalætta til lág- og miðallønt. Farið verður frá 40% flatskatti frá fyrstu krónu í pensjónsinngjaldi, til stigvaksandi pensjónsskattaskipan, har láglønt rinda 30% í pensjónsskatti og síðan stigvaksandi við 21 stigum upp í 40%. Hetta vil økja pensjónsuppsparingina og avkastið av uppsparingini munandi hjá lág- og miðalløntum komandi árini.

Undanfarna samgonga broytti pensjónsskattin frá, at pensjón varð skattað við útgjald, til at egin pensjónsuppsparing varð skattað við inngjald. Harumframt varð reinur flatskattur innførdur. Farið varð frá, at útgjald av lívrentupensjón ella lutapensjón varð skattað við útgjald stigvaksandi sum vanlig lønarinntøka, tvs. lægri skattur um tú hevði lága pensjón og hægri skattur um tú hevði høga pensjón, til at øll vórðu skattað av pensjónsinngjaldi við 40% frá fyrstu krónu. Sokallað kapitalpensjón (útgoldin í einum við pensjónsaldur) varð áður skattað við 35% við útgjaldi, men fyri hesar pensjónir hækkaði skatturin upp í 40% við inngjald í einum. Talan varð sostatt um eina munandi pensjónsskattahækking í undanfarna samgonguskeiði, serliga fyri lág- og miðallønt.

Meira skattað við útgjald og minni forskatting

Pensjónsnýskipanin tryggjar, at neiliga ávirkanin av forskattingini yvir tíð, verður munandi minkað. Hevði ynskt at vit kundu umlagt alla pensjónsforskattingina til skatting við útgjald, men politisk undirtøka hevur ikki verið fyri hesum. Hinvegin er eydnast at fáa semju um munandi umlegging av pensjónsskattinum soleiðis, at farið verður frá flatskatti til stigvaksandi skatt, har láglønt rinda munandi lægri skatt enn hálønt. Eisini verður pensjónsskipanin umløgd soleiðis, at størri partur framyvir verður skattaður við útgjald.

Í dag er støðan henda:

Minst 15% av lønini skal rindast til eginpensjón. Verður forskattað við flatskatti á 40% frá fyrstu krónu.

2,25% frá arbeiðstakara í Samhaldsfasta. Verður skattað stigvaksandi við útgjald sum lønarinntøka.

2,25% frá arbeiðsgevara í Samhaldsfasta. Verður skattað stigvaksandi við útgjald sum lønarinntøka.

Íalt 19,5% tikin av samlaðu lønarinntøku, harav 15% forskattað við 40% flatskatti, og 4,5% skattað við útgjald stigvaksandi. Hartil kemur landsskattur v.m. sum eitt nú verður brúktur at rinda fólkapensjón.

Spara meira upp í felag

Pensjónsnýskipanin ger, at meira verður spart upp í felag, samstundis sum minni verður tikið av samlaðu lønarinntøkuni til pensjón. Eisini verður størri partur skattaður við útgjaldi, og verður talan um eina meira stigvaksandi, samhaldsfasta pensjónsskattaskipan:

Minst 12% av lønini skal rindast í eginpensjón. Verður forskattað, men við stigvaksandi skattaskipan úr 30% upp í 40%, har láglønt rinda minni í skatti enn hálønt.

3% frá arbeiðstakara í Samhaldsfasta. Verður skattað stigvaksandi við útgjald sum lønarinntøka.

3% frá arbeiðsgevara í Samhaldsfasta. Verður skattað stigvaksandi við útgjald sum lønarinntøka.

Pensjónsnýskipanin ger sostatt, at íalt 18% verða tikin av samlaðu lønarinntøku til pensjón, harav 12% forskattað stigvaksandi, og 6% skattað við útgjald stigvaksandi. Hartil kemur landsskattur v.m. sum eitt nú verður brúktur at rinda fólkapensjón, ið partvíst verður skattað við útgjald, stigvaksandi sum vanlig lønarinntøka.

Tryggjar øllum eina góða pensjón

Nógv hevur verið tosað og skrivað um, at tað eru nøkur, ið fáa minni pensjón við nýskipanini – og tað er rætt. Men talan er IKKI um verandi pensjónistar, ið allir fáa góðar 1.000 kr. meira at liva fyri um mánaðin. Tað sama er galdandi fyri komandi pensjónistar (frá 1. januar 2020), ið ikki hava stóra inntøku afturat pensjónini. Tú skalt hava inntøku á nærum 20.000 kr. um mánaðin ella meira afturat fólkapensjónini og Samhaldsfasta, OG gerast pensjónistar frá 1. januar 2020 og framyvir, áðrenn tú fært minni útgoldið frá almennu pensjónini og Samhaldsfasta samanlagt, í mun til í dag.

Skal eydnast at styrkja fíggjarliga haldførið, og samstundis fremja allar tær ábøtur á pensjónsskipanina, ið vit hava ynskt - herundir at hækka pensjónina, bæði hjá núverandi pensjónistum og hjá komandi pensjónistum, ið ikki hava aðra, ella hava lága, inntøku - so mugu tey, ið hava hægri inntøkur afturat vanligu pensjónini, fáa nakað minni í fólkapensjón. Annars hongur tað sjálvandi ikki saman fíggjarliga. 

Ein trygg og varandi pensjónsskipan

Pensjónsnýskipanin tryggjar sum heild føroyingum eina munandi betri pensjónsskipan, enn støðan er í dag. Samanlagt hækkar pensjónin, tað gerst meira fíggjarliga áhugavert at arbeiða eftir pensjónsaldur, pensjónsaldurin gerst meira smidligur, pensjónsskatturin lækkar, meira verður skattað við útgjald og lutfalsliga minni forskattað í mun til í dag, eftirløn verður løgd afturat øllum tíðaravmarkaðum veitingum, so sum barsilsgjald, ALS-gjald og gjald fyri tillagað starv, mótrokning millum hjún verður strikað, og fíggjarliga haldførið hjá føroyska vælferðarsamfelagnum verður styrkt.

Við pensjónsnýskipanini hevur politiska skipanin tikið ábyrgd – heldur enn at renna undan ábyrgd – og fáa føroyingar tí nú og framyvir eina meira trygga og varandi pensjónsskipan.


Á Flaggdegnum 25. apríl 2018

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggarmálum