Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Gulleggið, ið var jarn lagt við bronsu

2014-02-12 16:58

Norski fískivinnumálaráðharrin Elisabeth Aspaker sigur við Aftenposten mánadagin, at hon metur trupulleikin við laksalýsnum partvís er loystur, og at tíðin við lágum laksaprísi er av. Her hjá okkum hoyra vit ikki so nógv sjónarmið kring laksalýs og prís, men hinvegin um gjald og skatting fyri at hava aliringar liggjandi á firðunum. ILA-sjúka er staðfest, og siga alarar at trupulleikin er avmarkaður og at teir hava tamarhald á støðuni. Tó varð nevnt, at vit mugu ansa eftir ikki at drepa "hønina" ið leggur gullegg - altso leggja ov stóran skatt á alivinnuna.

Ilt er at skilja hvat slag av gulleggi talan er um, men gull er flestum vitandi eitt metall, ið ikki rustar ella terist og varar fyri alla tíð, so her mann nokk verða talan um eitt vánaligt jarnegg, ið er lagt við bronsu. Fyri góðum 10 árum síðan varð eitt av hesum sonevndu "gulleggum" sent til upphøggingar, og vilja alarar nú billa okkum inn, at vit aftur hava fingið eitt nýtt gullegg.

Støðan í Noreg er ikki nógv annarleiðis enn her hjá okkum, t.d. var ILA staðfest í einum alibrúki norðarlaga fyri fáum vikum síðan, og trupulleikin við laksalýsnum er ovurstórur nú hesar eru blivnar mótstøðuførar móti Hydrogenperoxid. Fram við norsku strendunum standa umleið 400 milliónir alilaksar tætt pakkaðir saman í aliringum. Markvirði fyri laksalús er o.5 honlús fyri hvønn fiskin. Í bestu umstøðum kunnu 200 milliónir honlýs framleiða 30 ungar hvør pr.dag, og er tí talan um ovurstórar nøgdir av lýs, ið hava við sær, at villur laksur og sjósíl eru illa fongd vi lýs.

Lýsnar eru afturat berarar av eini røð av sjúkum sum t.d. HSMB (ein hjarta- og beinagrind sjúka), ILA (Infeksiøs Laksaanemi), PD (Pancreas sjúka) og AGD, ið er táknusjúka. Í 2013 vóru í Noreg fleiri enn 400 aliøki fongd við ein av hesum sjúkum, og hevði tað við sær høgan deyðstíttleika fyri alifiskin og sanniliga eisini fyri villa laksin, ið ið hevur havt eina afturgongd á næstan 60% frá 1984 til 2010. Støðan sigst vera enn verri fyri m.a. sjósíl samt at krabbadjór og annað livandi í sjónum er sera illa fyri.

Roknast kann við lúsaboom í ár, og verður allarhelst tikið til sterka nervagift, pesticidir og annan heiluvág til at basa lýsnum. Dálking av havumhvørvinum, útbreiðsla av sjúku, og søla av einari vøru, ið granskarar meta sum verandi rættuliga heilsuskaðilig sum matvøra, sæst illa aftur í sonevnda "gullegginum".

Alivinnan tosar ikki um at broyta skipanina til annan hátt at ala t.d. í lokaðum skipaum ella uppi á landi, men metur seg sleppa snikkaleysa við at góðtaka eitt avgjald ella skatt á vinnuna.