GULLAK HANSEN TIL MINNIS - eitt sangvitni flutt heim!

2018-12-11 22:55

Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd - gjaranes@gmail.com - Tlf: +298 228314

Skrivað: Poul J. Djurhuus 21.11.2018

Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini nr.76 á R7.fo

_________________________________________________________________________________________

GULLAK HANSEN TIL MINNIS

- sangvitni flutt heim

Týsdagin 16. oktober frættust deyðsboðini av Heimamissónstrúboðanum Gullak Hansen í Tjørnuvík. Gullak var 71 ára gamal nú hann andaðist. Hann var ættaður úr Kollafirði. Hann var giftur við Jónhildu, bóndadóttur í Tjørnuvík. Tey fingu døturnar Anja, Eileen og Malan. Malan doyði bert 3 ½ ára gomul av einum hjartafeili.

Gullak og Jónhilda upplivdu eitt radikalt umvendilsi fyri 19 árum síðani, sum fullkomuliga broytti teirra lív og somuleiðis familjuna. Frammanundan var lívið og gerandisdagurin alt annað enn í tí andaliga og kristiliga umhvørvinum. Alkoholið gjørdi sína innrás í familjuna, og var um at sindra alt sundur.

Men so hendi nakað fyri 19 árum síðani, tá bæði Jónhilda og Gullak komu til persónliga trúgv á Jesus og góvu sítt lív yvir til hann. Familjan kúvendi 180 gradir. Gullak og Jónhilda fóru at vitna og syngja um frelsuna í Jesusi, og tað var skjótt, at missiónshúsini um alt landi sendi boð eftir teimum, og at hjúnini í gomlu og hugnaligu bóndahúsunum í Tjørnuvík gjørdust landskend fyri teirra gleði í sangi og vitnisburði, og tey vóru seinni sett sum frítíðartrúboðarar innan Føroysku Heimamissiónina.

Gulak hevði nomið sær skiparaprógv, men kortini hevur hansara borgarliga arbeiði fyri tað mesta verið sum maskinførari, har hann arbeiddi nøkur ár hjá felagnum M.T.Højgaard.

Tá Jónhilda og Gullak høvdu virka sum frítíðartrúboðarar í fýra ár, í tíðarskeiðinum 2007 til 2011, fekk Gullak kallið at virka sum heiltíðartrúboðari. Í tíðarskeiðinum 2011 til 2017 virkaði Gullak sum heiltíðartrúboðari innan Kirkjuligu Heimamissiónina við Streymoynni sum høvuðsøkið; men smáu bygdirnar hava altið ligið Gullaki og Jónhildu serliga á hjarta, og tí varð avtalað gjørd, at tey skuldu nýta ein triðing av tíðini í útjaðaranum í Norðurstreymoy.

Sum heiltíðartrúboði virkaði Gullak bæði út frá frá Meinigheitshúsinum í Havn og missiónshúsinum í Hvalvík, men øll hesi árini búðu hann og Jónhilda í Tjørnuvík, sum eisini var ein partur av teirra virkisøki.

Gullakur var settur í starv sum trúboði hjá Kirkjuligu Heimamissióni 01. august 2011, og á heystinum sama ár byrjar hann sum lesandi á føroyska Lærusveinaskúlanum PODAS.

Gullak fekk 6 ár sum løntur trúboði innan Heimamissióna. Tá hann hevði rundað tey sjeyti fór hann úr løntum starvi, saman við øðrum trúboðum innan Missiónina, og flaggdagin 25 apríl 2017 varð bjóða til móttøkusamkomu í Leguhúsinum í Nesvík, har væl av fólki var komið at takka Gullaki og starvsfeløgum hansara fyri trúgva tænastu.

Fyri Gullak bleiv tað ikki so langt áramál, tí ikki so langt eftir hetta varð krabbameinið staðfest hjá Gullaki, og týsdagin 16.oktober setti hann guitarin fyri seinastu ferð og røddin tagnaði, sum annars hevði vitnað og sungið so væl síðani lukkuliga lagnudagin í gravmaskinuni millum fjøllini, tá Harrin kom inn í hansara lív.

KRISTILIGA TÍÐINDASENDINGIN LÝSIR GUDS SIGNING YVIR MINNI EFTIR TRÚBOÐARAN GULLAK HANSEN.


Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini nr.76 á R7.fo