Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Gularótin er klár - valið er títt

2019-08-31 11:45

Eg segði frá byrjan, tá eg stillaði upp, at tað skuldi verða bæði stuttligt og festiligt, og tað hevur tað so sanniliga verið. Serliga, tí familjan hevur verið so hjálpsom.

Tey eiga heiðurin fyri mína kampanju. Alt er heimagjørt. Filmarnir. Gularøturnar. Alt.

Og hetta er seinasti filmurin í røðini. Nú liggur valið í tínum hondum. Valið er títt. Eg hevði verið sera glaður og takksamur fyri, um tú setti krossin við meg, ella eitt av okkara valevnum.

Hetta hevur verið eitt familjuprosjekt. Nú eri eg tilreiðar at stríðast fyri teg og tína familju.

Tað er gularótin.

Hanus Samró
Valevni hjá Fólkaflokkinum