Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Gud signi Føroyar: Livst so spyrst

Vit sótu nøkur rundan um borðið og prátaðu um tað, sum KVF borðreiðir við nú á døgum – um aldursmark og, hvat er borðbært at leggja fram fyri hyggjaran, ið jú sjálvur rindar fyri tað hann/hon sær. Áðrenn vit vistu av, kom prátið inn á Gud signi Føroyar sendingarnar, ið ikki eru fyri sartar sálir.

Sum præludium í fyrstu sending, og harvið til allar 6 sendingarnar, gekk altíð snøggi og vælklæddi verturin í sínum subjektivu brillum mitt í føroyska metropolinum og snaraði sær burtur frá synagoguni, har boðskapurin, sambært honum, mest var um helheim og tað, sum har til hoyrir. Tað hekk líkasum í luftini, at nú var verturin vorðin klókari upp á hesi viðurskifti og hevði tikið frástøðu til innihaldið í boðskapinum. Subjektivt.

Í fyrstu, aðru og triðju sending var ljóti málburðurin um helviti tann sami. Aftur og aftur nevndi hann hetta ljóta banniorðið, ið fleiri børn her á landi ikki mugu siga! Ja, tað beinleiðis skurraði í oyrunum hjá bæði stórum og smáum hyggjarum.

Tað var næstan sum at hoyra Emil úr Lønnibergi á sinni nevna øll tey ljótu banniorðini fyri lítlu systrini, Idu, ið hon IKKI skuldi siga!

Trupulleikin er bara tann, at meðan Emil-søgurnar eru stuttligar, fittar og barnavinaligar, kunnu vit IKKI siga tað sama um ljóta málburðin og undirtónan í KVF.

Stór og smá fara nú ótrygg og óttafull til songar, tí tey í bestu senditíð “komu til” at leggja eyga og oyra til eina avskeplaða og subjektiva fatan av kristindóminum í Føroyum. Banniorð, helheimur, illir andar og ræðumyndir á skýggjanum. Hinvegin var tíverri eingin loysn og eingin vón upp á trupulleikan!

So er spurningurin, hvønn veg kanónin vendir, tí skjótt er at gloyma, at tá ið vit peika eftir øðrum samkomum og einstaklingum sum heild, peika tríggir fingrar móti okkum sjálvum. Livst so spyrst.

Tummas Petur Davidsen