Grundstykki skulu aftur verða gjørd byggiklár í Kollafirði

2012-10-26 23:36

Tórshavnar Kommuna kann ikki longur lata sær at siga, at tað er ógjørligt at finna jørð í Kollafirði til grundstykkir. Nú hava vit bíða tvey valskeið uttan eitt einasta alment grundstykki. Um verandi gongd heldur fram, fer fólkatalið í Kollafirði at minka. Einfalda orsøkin er, at tey, ið vilja seta búgv í Kollafirði, ikki hava møguleika at finna eitt einasta grundstykki í økinum. Tískil noyðast tey at flyta aðrastaðnis. Tað byrjar tíanverri at síggjast, at smábarnafamiljur fækkast

Tað eru fleiri vælegnaði støð í Kollafirði til húsabygging, millum onnur í Líðini, á Signabø, Norðuri í Sund eins og inni í sjálvari bygdini. Lendi, sum Kommunan ikki vil brúka til grundstykki men til fríøki. Vit hava ikki brúk fyri stórum fríøkjum í bygdum øki. Tørvur á grundstykkjum er ovurstórur og hesi skulu gerast beinanvegin. Tí skal kommunan broyta byggisamtyktirnar fyri hesi øki og loyva grundstykkjum í staðin fyri.

Kostnaðurin á grundstykkjum skal vera lagaligur. Prísurin á grundstykkjum er í dag so ómetaliga høgur, at eingin hættar sær undir bygging. Kommunan skal vera innbjóðandi heldur enn ræðandi. Í dag er tað so, at tann, ið keypir, umframt grundstykki, eisini skal gjalda fyri at fáa veg gjørdan til stykkið um vegur ikki er gjørdur áðrenn. Hetta er heilt órímiligt. Sjálvandi skal kommunan gjalda og gera veg til grundstykkir. Minst til, at vit eiga tann kommunala kassan. Skal tú so gjalda tvær ferðir fyri eina tænastu? Vit mugu ikki hugsa, at tað er ein útreiðsla fyri kommununa at gera grundstykki. Tað er ein íløga í framtíðina, ein íløga í fleiri skattgjaldarar til kommunukassan og ein íløga sum steðgar fólkafráflyting.

Eg vil virka fyri, at grundstykki verða at fáa í Kollafirði, at prísurin á grundstykkjum í Tórshavnar Kommunu sum heild fer niður og at prísurin á minni plássunum í kommununi fer væl niður um prísin í Havnini

Mítt ynski er, at Kollfirðingar standa saman og velja meg í býráðið. Eg vil broytingar fyri økið.

Ólavur Olsen, valevni á lista F til býráðið í Tórshavnar Kommunu.