Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Grøna kósin kostar palliba milliardir

2019-04-29 06:00

Palliba og Marsanna, eru ikki eftirspurd, tó at tey nú noyðast at gera eyka íløgur fyri 2-3 millardir.

Grøna skútan siglir við fullari ferð, uttan kumpas. Ongin umrøða er av ymiskum møguleikum at gerast eitt grønt samfelag á skilabesta hátt.

Í stuttum kann sigast at:

15.000 húski skulu keypa hvør sína hitapumpu fyri kr. 125.000 (1,9 milliard)

5.000 virkir v.m. skulu keypa hitapumpur fyri kr. 200.000 (1 milliard)

Landskassin missur 180 mió. árliga í skrásetingargjaldi av bilum.

Landskassin missur 80 mió. árliga í brennioljuavgjaldi.

SEV skal gera íløgur á 3 milliardir komandi 10 árini.

SEV fer at hækka prísin 2 ferðir og so væntast prísurin at verða stabilur.

Tað var bara ein skipari á Polo, men grøna skútan hevur fleiri skiparar, sum ikki samskifta sínámillum.

Vit taka eitt dømi. 1 litur av olju er uml. 10 KWH og kostar uttan oljuavgjald kr. 6,80. SEV prísurin er 1,89 KWH. Hitapumpa og oljufýr kostar tað sama um COP er uml. 2,78.

Brennioljuavgjald, rentur og avdráttir av meirkostnaði av hitapumpu skal eisini teljast við. Tá krevst at COP er munandi hægri enn 2,78. Tá er tað ivasamt um tað loysir seg.

Ongar neyvar útrokningar eru av temperaturi í Føroyum. Tí ber ikki til at rokna COP á hitapumpum.

COP á t.d. 4 er tí tikið úr leysari luft. Sannlíkt er, at stórur partur av hitapumpum í dag eru feilkeyp.

Harumframt minka inntøkur landskassans árliga 260 milliónir.

Røtt raðfesting hevði gjørt okkum skjótari grøn

Áhugin fyri røttum tølum og sakligari viðgerð av heildarloysn er so sum so. Alt ger mun segði Snopprikkur. Men grøni keisarin er nakin.

Sum nú er, verða hvørki oljufýr ella bilar útskiftir. Og so verður ikki samsvar millum útbyggingar hjá SEV og eftirspurningin eftir EL.

Tað er imponerandi hvussu rík vaksin fólk og fátækir studentar, í felag, megna at taka undir við vánaligum loysnum, har onnur enn tey sjálvi, noyðast at gjalda.

Heldur nakar tað verða sakligt at siga, at alt verður liðugt í 2030, uttan ávegis mál? Er tað ov nógv at krevja, at stórar íløgur byggja á tøl og at ymiskar loysnir verða vigaðar, áðrenn niðurstøða verður gjørd? Er tað ikki rímiligt at krevja, at ávegis mál verða sett?

Eivind Jacobsen
Valevni Fólkafloksins