Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Grøn orka til allar føroyingar við fríari kapping

2019-03-24 19:43

Fleiri aktørar á el-marknaðinum skapa nýhugsan, framleiðslu úr varandi orkukeldum og bíligari streym til føroyingar.

Einasta munandi útbygging á orkuøkinum hetta samgonguskeiðið hjá vinstrasamgonguni, hevur verið ein kolasvørt og ovurhonds kostnaðarmikil útbygging av einum tungoljuverki á Sundi.

Eftir 12 ár við galdandi lóggávu er rætt at lata el-marknaðin upp. Fleiri aktørar mugu sleppa inn á el-marknaðin at virka til gagns fyri føroyska brúkaran. Alternativið er, at monopolstøðan framhaldandi verður galdandi á el-orkuøkinum í Føroyum, ogframtíðmenningin verður hareftir.

Veruleikin er, at hóast lóggávan formliga loyvir fleiri framleiðarum inn á el-marknaðin, so er tað bert galdandi á pappírinum. Hetta hava royndirnar tíverri víst okkum.

Gongdin serliga tey síðstu 4 árini hevur víst:

· At el-prísirnir hækka støðugt
· At útbyggingarnar av varandi orku eru steðgaðar upp, meðan útbygt verður við tungoljuframleiðslu
· At monopolstøðan verður styrkt

Tíðin er komin til, at el-marknaðurin verður latin upp fyri øllum at kunna gera seg galdandi, tað verið seg verandi aktørar umframt fyritøkur, einstaklingar, bøndur og jarðar- og húsaeigarar.

Hetta vil hava við sær:

· Lægri el-prísir
· Størri innovatión
· Meiri framleiðslu úr varandi/føroyskum orkukeldum
· Stór virðiskapan í el-veitingarvinnuni og við týðandi menningar møguleikum
· Fleiri vælkvalifiseraði størv innan sektorin

Royndir okkara í Føroyum við at lata upp fyri kapping – t.d. innan tryggingar- og fjarskiftissektorin – vísa, at hetta hevur verið til stórt gagn bæði fyri brúkarar og kappingina og menninina innan hesar vinnuligu sektorarnar.

Tíl komandi val er alneyðugt at veljarin letur eina borgarliga samgongu framat valdinum, sum vil tryggja fría og javna kapping og at fleiri aktørar sleppa inn á el-marknaðin, so nýhugsan aftur kemur í hásæti, og el-prísir kunnu lækka.

Hetta vil eg arbeiða fyri, um eg veri valdur á ting.

Birgir Nielsen, búskaparfrøðingur
Valevni Fólkafloksins

- Vilji og dirvi til broytingar