Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

(Mynd: Jens Kr. Vang)

Grein 52 spurningur til Kristinu Háfoss um lønarútgjalding

Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52a

Fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landstýriskvinnu í fíggjarmálum um lønarútgjaldingar til limir í Føroya Pedagogfelag undir verkfalli.

  1. Hvussu nógv hevur tað almenna útgoldið limum í Pedagogfelagnum í lønum fyri tíðarskeiðið eftir, at verkfallið/verkbannið gjørdist veruleiki?

  1. Hvør er ítøkiliga orsøkin til, at Fíggjarmálaráðið velur at rinda fólki løn, sum ikki hava rætt til/krav uppá løn undir verkfalli/verkbanni?

  1. Við hvørjari ítøkiligari heimild er lønin útgoldin?

  1. Um so er, at útgjaldingin er framd við støði í siðvenju, nær er henda siðvenja byrjað, hvør setti hana í verk, á hvørjum grundarlag er henda siðvenja sett í gildi, nær og hvussu ofta er hon brúkt, og hvussu hava fyritreytirnar verið fyri at útgjalda løn undir verkfalli/verkbanni í hvørjum einstøkum føri?

  1. Hvussu samsvarar nevnda siðvenja við leiðreglurnar hjá Fíggjarmálaráðnum um at løn má ikki útgjaldast undir verkfalli, og hví og nær hevur siðvenjan fingið størri týdning og tyngd enn leiðreglurnar hjá Fíggjarmálaráðnum ?

  1. Er nakað mark fyri, hvussu stórar hesar lønarútgjaldingar kunnu vera, og nær og til hvønn hesar kunnu verða útgoldnar sambært nevndu siðvenju?

  1. Hevur Fíggjarmálaráðið hugsað um/tikið hædd fyri, at slíkar lønarútgjaldingar kunnu leingja verkfallið óneyðugt, og harvið økja munandi um skaðiligu ávirkanina á alt samfelagið?

  1. Tá onki arbeiðið liggur aftan fyri nevndu útgjaldingar, verður spurt um rætta heitið á hesum útgjaldingum ikki er “lán”, tá “løn” jú ikki skal gjaldast aftur ella mótroknast?

  1. Hevur Fíggjarmálaráðið tryggjað sær at fáa allar pengarnar aftur, og hvussu kann hetta tryggjast, um so er, at ein komandi mótrokning í løn ikki kann verða framd orsakað av, at viðkomandi ikki longur er í starvi, og harvið ikki fær nakra løn?

  1. Hvør heftir fyri og hevur ábyrgdina av einum møguligum tapi fyri landskassan, um lønin/lánið ikki fæst innaftur?

  1. Finst nakað fordømi aðrastaðir, har arbeiðsgevarin rindar limum hjá verkafeløgum fulla løn undir verkfalli?

Viðmerkingar:

Grundarlagið undir fyrispurninginum og niðanfyrinevndu viðmerkingum eru tær almennu atfinningar, sum Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í landsins triðstørstu kommunu, Bjørn á Heygum, og Føroya Arbeiðsgevarafelag venda móti fíggjarmálaráðnum, nú tað er staðfest, at Fíggjarmálaráðið saman við flestu kommununum hevur tikið avgerð um at rinda limum í pedagogfelagnum løn undir verkfalli.

Í sínum atfinningum vísa omanfyrinevndu á, at talan er um eitt sera óvanligt stig og stríðir móti vanligum arbeiðsrættarligum reglum, har hvør partur sær tekur ábyrgd av sínum egnu handlingum, harundir teimum útreiðslum, sum stava frá einum slíkum verkfalli/verkbanni

Víðari verður víst á, at tað, sum er enn meira margháttligt er, at Fíggjarmálaráðið á henda hátt í veruleikanum fíggjar kostnaðin av teimum tiltøkum hjá Føroya Pedagogfelag, sum eru vend móti Fíggjarmálaráðnum sjálvum, sum arbeiðsegvara.

Av somu grund er sera viðkomandi at fáa at vita, við hvørjari heimild slík óvanlig stig verða tikin, og hvørjum áhugamálum hesi tæna.

Í leiðreglunum hjá Fíggjarmálaráðnum stendur, at løn má ikki vera útgoldin undir verkfalli/verkbanni.

Tað undrar tí almikið, at ein sonevnd siðvenja nú knappliga kemur fram um hesar reglur.

Føroyski borgarin hevur tí krav uppá at fáa at vita, hvør grundgevingin er fyri, at egnu leiðreglur fíggjarmálaráðsins soleiðis uttan víðari verða settar úr gildi.

Eisini er tað áhugavert at fáa at vita, hvat hetta kostar fyri landskassan, og í hvønn mun útgjaldingarnar kunnu fáast aftur við mótrokning ella á annan hátt.

Tá tað eru rættuliga nógvar limir í Pedagogfelagnum, sum eru í verkfalli, er talan um stórar upphæddir, sum landskassin á henda hátt leggur út.

Tað er tí viðkomandi at spyrja um, hvat hetta í veruleikanum kostar tí almenna.

Á løgtingi tann 04. Januar 2018

Bill Justinussen, løgtingsmaður