Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Grátuligur hugburður

2014-01-08 23:45

Eg gjørdist ikki sørt skakkur, tá eg lurtaði eftir kjakinum í nýggjárssendingini, sum snúði seg um sendingina sjálva, sum var sponsorerað. Tað sum eg serliga legði merki til, var at kringvarpsstjórin segði, at tíðindi og aktuelt ikki vóru sponsorerað, men tað var nakað annað tá tað kom til ítrótt, undirhald og annað.

Samstundis tyktist tað rættiliga greitt, at bæði Klaksvíkar og Tórshavnar Kommuna høvdu rindað sendingini fyri umrøðu av nýggjárstiltøkum. Hetta er fultkomuliga burturvið, tíðindi, undirhald ella ikki – tað er ongantíð loyvt, hvørki í privatum ella almennum miðlum, at keypa sær innihald í nakrari sending.

At tað er loyvt at sponsorera er nakað annað – tá er bara greitt, at til dømis ein kommuna vísir at hon stuðlar sendingini, og tað kann gerast við einum skelti áðrenn ella aftaná sendingina, men at krevja umrøðu afturfyri, er tað reina svans. Lýsarar í privatu miðlunum mugu heldur ikki keypa sær innihald, og millum annað Sosialurin hevur fingið ein nøs frá brúkaraumboðnum fyri júst hetta. Tá skal tilskilast at talan er um lýsing ella keypt tilfar, so lesarin/hyggjarin ongantíð er í iva, at umrøðan er keypt – tá er tað lýsarin sum vil siga nakað, og ikki miðilin, sum heldur tíðindini hava týdning. Annars er talan um villeiðing, og tað er eisini brot á góðan fjølmiðlasið.

Eitt sponsorat ella lýsing er tískil ikki ein blankokekkur at villeiða ella manipulera, og má ongantíð ávirka innihaldið í nakrari sending ella grein, líkamikið um heitið er tíðindi ella undirhald – at almenna kringvarpið gongur undan soleiðis at undirgrava kjølfest journalistisk prinsippir, er út um alt mark.
At Klaksvíkar Kommuna nú krevur pengar aftur frá Rás2, tí rásin ikki gav kommununi umrøðu afturfyri pengarnar, vísir bara hvussu langt av leið vit eru komin. Tað er nóg ringt at ein privat rás ger tílíkar avtalur um gjald fyri innihald og harvið villeiðing – men at kringvarpið ger tað sama, er grátuligt.