Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Grátikonur andstøðurnar

2018-12-10 04:53

Grátikonurnar Jørgen og Bárður, sum undan seinasta løgtingsvali fyrigyklaðu veljarunum, at komu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Framsókn at vinna løgtngsvalið, so var deyðin í durðinum. Alt virksemi, bæði á sjógvi og landi kom at steðga upp. Ja, veljarin fekk tað kenslu, at fiskatilfeingið, sum var á okkara fiskigrunnum tók til rýmingar, eins og fjøld av føroyingum rýmdu frá húsi og heimi. 

Men ístaðin fyri dapru framtíðardreymar, ið hesir báðir royndu at lumpa føroyingar við, so gjørdist veruleikin ein annar. Tí ongantíð í politiskari søgu hevur verið so nógv virksemi og optimisma her á landi, sum seinastu trý árini. Arbeiðsloysið er komið niður á 1.5 %, samstundis sum lønarútgjaldingarnar mánað eftir mánaða hava sett met. Einki annað land í framkomna heiminum stendur Føroyum kurl hesum viðvíkjandi. Men ongantíð seinastu nógvu árini, hava vit havt eina so elendiga andstøðu, ið bert hevur havt eittans endamál, at koma fram at valdinum aftur við einum nývali. Fyri at koma tí eínu grátikonuni til hjálpar, so hevur ein old grumpy man í Fólkaflokkinum, Bjarni Djurholm havt eina røð av samkenslu og stuðulsskrivum, har hann ferð aftana ferð, hevur sagt við formann sín Jørgen, at hann skal ikki taka tað so tungt, tí Fólkaflokkurin eigur allan heiðurin av tí nógv økta virkseminum hesi árini. Jú, sanniliga, Fólkaflokkurin er nakað heilt fyri seg. 

Meðan Bárður sigur seg verða liberalan, so kann ein róliga siga, at Jørgen er á høgraveinginum hjá teimum koservativu. Politiska fyrimynd hansara hevur verið Margaret Thatcher, sum fekk fagfeløgini í Bretlandi á knø, samstundis sum hon beindi fyri tí bretska vælferðarsamfelagnum, soleiðis at fimti hvør breti í dag er blóðfátækur. Tíbetur vóru Norðanlond, eisini Føroyar, í stóran mun stýrd av sosialdemokratiskum stjórnum seinastu hálvu øldina, ið høvdu samhaldfesti sum teirra kjarnunmál. Havi mangan spurt meg sjálvan, hvussu okkara samfelag hevði verið at búleikast í, um Føroyaland ikki hevði átt merkismannin, slóðbrótaran og stovnaran av Føroya Javnaðarflokki, Peter Mohr Dam sála. Sjálvur var eg 16 ára gamal, tá eg persónliga á politiskum fundi, hoyrdi hetta politiska reystmenni halda røðu. Longu tá, tosaði hann um tað mannminkandi fíggjarligu støðu í pensionistarnir vóru í, aftaná at borgarligu flokkarnir høvdu sitið næstan tvey valskeið, uttan at hesir rættu hond frá síðu, at bøta um kor pensionistana. Skjótt aftaná at hann gjørdist Føroya Løgmaður í 1958, varð ellisrentan avtikin, soleiðis at føroysku pensionistarnir fingu, eftir tátíðar forholdum, eina trivaliga fólkapensión. 

Eisini viðgjørdi hann almanna-sosialmál, har hann millum annað segði, at øll børn óansæð fíggjarliga orku, skuldu hava møguleikan til víðari útbúgving. Fígging skuldi fáast til vega at endurnýggja fiskiskipaflotan. Tað hevði við sær, at vanligir fiskimenn runt landið tóku seg saman, og lótu 50-60 nýmótans línuskip byggja. Soleiðis fingu vit uppá fá ár ein nýmótans fiskiflota, ið flutti Føroyar áratíggju framm í fiskivinnuhøpi, har flakavirkir vóru bygd runt landið. Fyri teir mongu politisku, mentarligu eins og fíggjarligu varðar, ið stovnari Javnaðarfloksins legði eftir seg, so er tað gleðiligt at Gerhard Lognberg, ið saman við limunum í Skopunar Bygdarráð hava latið gera eina standmynd av merkismanninum Petur Mohr Dam, sála.

Frank Davidsen