Bogi er 47 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 16 ár og Nóa 11 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
limir í eldranevndini
formaður í fjarðhitafelagnum

Gott val øll somul

2020-11-10 11:29

Eitt siðiligt valstríð er av, og nú bíða vit eftir, hvat kommunuvalið 2020 bjóðar okkum, tá ið valhølini eru stongd í kvøld.

 

Eg vóni, at øll, sum hava valrætt, fara út at brúka henda rættin at ávirka býráðsarbeiðið í høvuðsstaðnum komandi fýra árini. 

 

Eingin veit, hvat morgindagurin bjóðar okkum. Men tað er mín vón, at tey 13, sum verða vald at umboða borgararnar í býráðnum komandi valskeið, hava eitt felags mál, og tað er, at vera nær borgaranum og skapa trivnað í okkara í lítla, trygga og spennandi høvuðsstaði.

 

Høvuðsstaðurin er bæði fyri tey, sum her búgva, men hann skal sanniliga eisini standa opin fyri øllum føroyingum. Vit eiga øll høvuðsstaðin.

 

Í valstríðnum eri eg spurdur, hvat eg meini við: “Vit skulu tíma at búgva her”. Svarið er: Býráðspolitikarar hava eina endaleysa uppgávu at skapa bestu umstøður, so vit tíma at búgva her. Tað er eitt endaleyst, men eisini eitt spennandi arbeiði, sum eg fegin haldi fram við, um eg sleppi inn aftur, tá ið valhølini er latin aftur í kvøld.

 

Mín síðstu orð undan kommunuvalinum 2020 eru:

 

Góði veljari, far á val í dag og set krossin eftir tíni bestu sannføring. Góðu valevni, takk fyri ein góðan og siðiligan valdyst. Gott val øll somul.

 

Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin