Valevni til býráðsvalið.

Gott val – kvinnur og menn

2020-11-10 09:14

Valstríðið er um at verða av. Valevnini hava foldað seg út og vónandi hevur veljarin eina fatan av hvørja kós vit skulu hava næstu fýra árini.

Hvørja løtu fari eg at leggja pennin frá mær. Eg vóni, at veljarin er komin til ta niðurstøðu, at her er talan um ein góðan, ábyrgdarfullan og rættvísan persón, ið vil øllum væl – men eisini hevur neyðuga dirvi at taka tungar avgerðir. Ein, ið er góður við Havnina og útjaðaran. Ein, ið hevur tær røttu hugsjónirnar.

Í hesum valstríðnum havi eg lagt dent á kjarnu-uppgávurnar í eini kommunu. Skattgjaldarans peningur skal, við skilagóðum loysnum, nýtast til børn og ung, eldri og so skulu veitingar sum renovatión, vatnveiting, streymveiting, vegir, gøtu og ljos raðfestast frammalaga. Borgarar við serligum tørvi, og avvarðandi, hava uppiborið serliga hjálp.

Eg dugi eisini at síggja týdnigin av sjálvbodna arbeiðinum og trivnaði, sum heild, hjá øllum borgarum í kommununi.

Nú fari eg at vóna, at tvt øll fáa ein hugnaligan og spennandi valdag.

Takk!

Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn