Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Gott, at lærlingaskipanin verður styrkt og ment

2019-06-25 13:05
Vinnupolitikkur - 

Tað er gott at frætta, at lærlingaskipanin nú verður styrkt og ment til tað betra. Hetta er gjørt í einari trípartasemju, sum landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløgini undirskrivaðu í gjár 24. juni í Vinnuhúsinum, um yrkisútbúgvingarøkið. Eitt nú er ætlanin at stytta skúlaskeiðið, títtari upptøka og hækking í stuðlinum til lærlingar.

Málið við hesum tiltakinum er at styrkja verandi skipan og fáa fleiri lærlingar á arbeiðsmarknaðin og skapa betri útbúgvingarmøguleikar.

Hetta er eisini júst nakað av innihaldinum í tí uppskoti, sum Sambandsflokkurin legði fyri løgtingið í seinastu tingsetuni, men tá fekst ikki undirtøka fyri tí.

Tí fegnast vit í Sambandsflokkinum um, at lærlingarskipanin nú verður stykrt og ment - til gagns fyri tey ungu, arbeiðsmarknaðin og samfelagið.

Bárður á Steig Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum

RN