Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Gott, at Bogi er á veg til fornuft

Orkupolitikkur - 

Bogi Andreasen hevur í sínum aftursvari til míni sjónarmið nakrar viðmerkingar, sum kunnu benda á, at hansara liberalu idealir kanska ikki eru fullkomiliga slept, hóast tey einans eru ein viðfáningur av veruligum liberalum sjónarmiðum

Tað er gott, at Bogi er meiri opin og fakligur í sínum argumentum í hesum seinna lesarabrævinum og hevur goymt eitt sindur av útspillingini av mær burtur. Tað er ov tungur lesnaður og óvirðiligt, tá ein vaksin maður missir tamarhaldið á sær sjálvum og fer undir reina útspilling. Tað hevur tó ikki heilt eydnast honum at sleppa útspillingini, men tað er altíð betur við eitt sindur av sakligum kjaki, heldur enn reina útspilling - eins og tað fyrra lesarabrævið frá Boga.

Tað gleðir meg, at Bogi nevnir, at hann hevði havt áhuga í eini kanning, har kannað verður, hvørjir “fyrimunir kunnu vera í at fremja eina fulla liberalisering av elorkuøkinum, har elnetið og framleiðslan verða býtt sundur.” Tað er super, at vit kunnu vera samdir um hetta.

Bogi misskilir markið hjá ES

Bogi hevur tó misskilt nakað um markið hjá ES. Hann sigur, at smærri samfeløg “vóru undantikin kapping, tí tey vóru ov lítil.” Hetta er ikki rætt.

Bogi, hygg undir artikkul 44 í Direktiv 2009/72/EF frá 13. juni 2009, har sært tú, hvat veruleikin er.

Reglan hjá ES sigur, at øll orkuøki, sum eru omanfyri 500 GWh skulu liberaliserast og tey kunnu ikki fáa undantak frá liberaliseringini. Men orkuøki minni enn 500 GWh, t.e. “mikro-isolerede systemer”, kunnu søkja um at fáa undantak frá liberaliseringini, hóast tað ikki er vist, at undantak verður játtað.

Fyri Føroyar hevði hetta havt við sær, at vit kundu søkt at sloppið undan eini liberalisering, tí vit í dag eru undir 500 GWh, men sum Bogi sigur: “Útrokningar vísa, at í 2030 koma Føroyar upp á 600 GWh”

Tvs. tað gongur heilt stutt tíð, so eru vit væl og virðiliga farin upp um markið. Tá vit longu nú, eins og Bogi sigur, vita, at vit fara upp um 500 GWh markið um stutta tíð, og tá vit longu nú eru stór nokk til eina liberalisering - hví ikki bara fara undir eina tilgongd um liberalisering beinan vegin?

Glottar at hóma

Eg eri rættiliga vísur í, at um Bogi Andreasen hugsar seg væl um og hyggur eitt sindur inn í sítt liberala frælsislynta hjarta, so sær hann væl, at tað einasta rætta fyri okkara samfelag er ein liberalisering av el-orkuøkinum.

Um tað skal eydnast okkum at náa okkara málum um at skapa eitt grønt samfelag í komandi árum, er neyðugt, at allir partar vilja taka lógvatøk saman og lyfta okkara samfelag í felag. Hetta ger man best gjøgnum eina liberalisering, har vinnan og tað almenna arbeiðir saman fyri at skapa eitt grønari samfelag við bíligari orku.

Glottar eru at hóma í lesarabrævinum hjá Boga, tá hann bæði leggur upp til, at ein kanning verður gjørd av fyrimunum við eini liberalisering og samstundis at hann staðfestir, at vit heilt skjótt fara upp um markið, har ES sigur at ein liberalisering er bæði møgulig, ynskilig og kravd.

Gleði meg til títt aftursvar - vónandi verður tað meira sakligt og fakligt enn undanfarnu lesarabrøvini frá tær, sum vóru í so nógv merkt av útspilling.

Magni Laksáfoss

næstformaður í Sambandsflokkinum

RN