Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Gongdin í skúla

2013-08-27 12:40

Hugaligt er, at starvsbólkar kjakast um bestu gongd barnsins – samstundis sum mentamálaráðharrin setir út reglugerð fyri forskúlar. Tó hevði mær dámt betur, at starvsbólkar kjakaðust saman við mentamálaráðharra nakað frammanundan.

Við mínum starvsroyndum saman við námsfrøðingi loyvi eg mær at seta nøkur orð á gongd barnsins inn í skúlan. Eg kundi skrivað “Úr barnagarði – í skúla” ella “Heimanífrá – í skúla”, men foreldrum stendur frítt at velja, hvussu tey skipa fyrstu árini. Føroyska kravið er, at næmingur fær skipaða undirvísing í níggju ár.

Hetta seinasta leiðir sjálvsagt inn til orðini um, nær “barnið” skal byrja í skúla, og harvið broytir heitið til “næmingur”. Er rætt at seta 7-ára mark, ella skal tað verða 6-ára mark? Fyrr varð farið í skúla á 7-ára føðingardegi, men nú er sett upp eftir dagfestingini fyri føðingardegi í mun til nær skúlin byrjar í august.

Í vár setti eg fram uppskot, at Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag tóku spurningin upp á aðalfundum, at vit sum serbólkar innan hetta starvsøkið settu orð á, hvat vit mettu verða røttu skipanina – í Føroyum!

Servitan uttanlands er góð at fyrihalda seg til. Men vit mugu ikki bert stara okkum blind eftir eini leið, ið riggar uttanlands. Vit skulu læra okkum at fyrihalda okkum til breiða kjakið – fyri og ímóti – og síðan at seta saman nýggju vitan okkara við servitanina, vit longu hava um føroysku viðurskiftini. Tástaðni fáa vit skipað bestu gongd barnsins í føroyska fólkaskúlan.

Mín vón var, at nevndirnar í Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag settust at samskipa kjak, har lærarar og námsfrøðingar fingu høvi at seta orð á ymsar møguleikar at skipa gongdina inn í skúlan. Um so talan skuldi verða um forskúla, hugsaði eg mær, at vit samstundis orðaðu møguleikarnar og avbjóðingarnar fyri felags starvsøkinum.

Fyrsta treyt fyri bestu skipan er, at starvsfólkini eru nøgd. Onnur treytin er, at skipanin er løgd væl til rættist, og triðja treytin er: At skipanin verður lagað til einstaka barnið! Vit kunnu seta allar møguligar leiðreglur upp, men vit mugu altíð standa klár at broyta teoretisku orðingarnar eftir praktisku avbjóðingunum.

Er barnið 6 ár, ella næmingurin 7 ár, broytir ikki so fundamentalt, hvussu einstaklingurin er. Men skipanirnar rundan um einstaklingin, kunnu broyta einstaklingin fundamentalt. Verður gerandisdagurin skipaður, at einstaklingurin fær høvi at menna seg á øllum økjum, kann hugburðurin til egið lív og samskiftið við onnur broytast fundamentalt.

Skulu vit – starvsbólkarnir – skipa bestu loysn, nyttar einki, at vit bert verja borg. Vit mugu tora at seta orð á okkara styrkir og møguligar veikleikar. Vit mugu tora at geva øðrum ábyrgd fyri øki, tey duga betur. Vit mugu finna saman og draga somu línu – samstundis sum vit hava atlit til ymsu útbúgvingar okkara.